Bíðilistar

Gunnvá Guttesen sett sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund

27. APRÍL 2023

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur gjørt av at seta Gunnvá Guttesen sum varastjóra á Landssjúkrahúsinum. Gunnvá verður samstundis partur av leiðsluni fyri samlaða Sjúkrahúsverkið.

Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul, varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1997 á Bispebjerg Hospital og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001. Hesi árini hevur Gunnvá verið bæði varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon sum verkætlanarfólk var við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.

Seinastu fimm árini hevur Gunnvá verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur ein týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Nýggi varastjórin hevur eina breiða vitan um sjúkrahúsverkið, hevur góðar leiðsluførleikar og dugir væl at fáa fólk við. Hetta eru góðir eginleikar at hava í arbeiðinum at sameina Sjúkrahúsverkið.

Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri tann 1. juni 2023.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.