Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Eitt stríggið og spennandi metár er farið aftur um

3. MARS 2022

“Ein gerandisdagur, har korona ikki fyllir alt.”

Soleiðis var djarva fráboðanin hjá løgmanni í januar, bara fáar dagar eftir at vit aftur høvdu sett smittumet í Føroyum. Aftur og aftur í februar settu vit nýggj met og ein dagin vóru stívliga 1300 staðfest smittaði í dag.

Tá eg hugdi í dagligu fráboðanirnar frá depilsleiðslunum, so vísti tað seg tó allatíðina, at talið av innløgdum vegna koronu framvegis var lutfalsliga lágt. Og í gjár, tá vit fyri seinastu ferð skuldu rapportera tølini til landslæknan, vóru bara seks fólk innløgd við koronu. Hetta var tað, sum var avgerandi fyri ætlanina hjá landsstýrinum og farsóttarnevndini. At vit í Sjúkrahúsverkinum ikki koma í neyð av ov mongum innløgdum.

Ein gerandisdagur, har korona ikki fyllir alt.

Eg ætlaði ikki at skriva enn eina ársfrágreiðing, sum snúði seg um koronu. Men tað slepst ikki uttanum. Tað kann væl vera, at innleggingartølini ikki hava verið ógvuslig, men Sjúkrahúsverkið er trýst av koronu. Okkara starvsfólk eru trýst av koronu. Og okkara leiðslur eru trýstar av koronu.

Nógv starvsfólk hava verið smittað, ja bara síðani smittan veruliga tók seg uppaftur í desember til nú, hava 620 ella tveir triðingar av starvsfólkunum verið smittaði. Nógv hava verið í sóttarhaldi. Hvørja ferð vit mangla eitt starvsfólk í klinikkini, vaskarínum, reingerð ella í køkinum, so má annar koma ístaðin, tí annars fáa vit ikki veitt tær tænastur vit skulu. Øll mugu tí arbeiða meira og renna skjótari.

Ótrúlig starvsfólk
Eg eri errin um, at vit áhaldandi hóra undan, og at fólk í Føroyum kortini fáa ta viðgerð, sum tey hava fyri neyðini. Bert hendinga dagar hevur korona havt við sær, at vit hava útsett kanningar og viðgerðir.

Tað eiga starvsfólkini heiðurin av. Tað eiga TIT heiðurin av. Í samfull tvey ár hava tit – starvsfólk og leiðslur - arbeitt í hægsta giri og allatíðina verið klár til broytingar og nýggjar tillagingar í koronaleiðreglunum. Omaná hava vit átikið okkum stórar – og samfelagsliga neyðugar – uppgávur: koronukanningarnar og koppsetingina.

Herfyri fekk armur nummar 100.000 eina koronakoppseting, meðan fleiri enn eina hálva millión ferðir eru fólk potað á einari av kanningarstøðunum hjá okkum í Sjúkrahúsverkinum. Harafturat hevur Sjúkrahúsverkið ment koronupassið, sum gevur føroyingum atgongd til øll lond í ES og fleiri enn 30 onnur lond uttanfyri ES.

Ongantíð gjørt so nógvar viðgerðir
Hóast alt hetta, so hava vit fingið gjørt stórt sæð alt tað, sum vit definera sum okkara kjarnuuppgávur. Saman við hesari ársfrágreiðing er eisini eitt yvirlit yvir virksemið í 2021, og har stendur tað svart uppá hvítt. Vit hava havt fleiri vitjanir í 2021 enn nakað ár frammanundan. Vit hava gjørt fleiri greiningar, havt fleiri ambulantar viðtalur, metnógvar innleggingar, gjørt fleiri viðgerðir enn áður, og á føðigongini hava ikki verið so nógv børn borin í heim síðani 2005. Eisini talið av seingjardøgum vaks í mun til bæði 2019 og 2020, sum er ein broyting í mun til gongdina seinnu árini, har vit hava sæð eitt fallandi seingjardagatal.

Talan er ikki um hissini vøkstur. Størsti vøksturin er á medisinsku og psykiatrisku ambulatoriunum, har vøksturin hevur verið ávikavist 14 og 10 prosent í mun til 2020, sum eisini var metár.

Virksemið setti altso met í 2021. Við koronu og øllum teimum óvissunum, sum smittan hevur havt við sær. Tað haldi eg er eitt bragd. Somuleiðis sær játtanin fyri 2021 út til at halda, og eftir øllum at døma, koma vit at bera nakrar milliónir aftur til landskassan, tá hugt verður eftir samlaðu játtanunum, sum Sjúkrahúsverkið varðar av.

So í okkara gerandisdegi hevur korona ikki fylt alt. Verri enn so.

Neyðugt at fyrireika okkum til framtíðina
Eftirspurningurin eftir kanningum og viðgerðum er sostatt støðugt vaksandi, og við demografisku gongdini fer hesin vøkstur at halda fram. Samstundis stendst hesin vøksturin eisini av, at vit hava fingið fleiri sergreinir mannaðar seinastu árini. Í stóran mun hava vit fingið nýggjar serlæknar í føst størv, men harumframt eru eisini konsulentar á fleiri serøkjum. Samlað eru vit eisini blivin fleiri starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum. Hetta mennir okkum sum sjúkrahús og ger, at vit megna at hjálpa fleiri fólkum.

Sum sjúkrahúsverk er tað okkara uppgáva at lofta hesum vaksandi eftirspurningi eftir tænastum. Somuleiðis skal dygdin verða í hásæti. Tað er okkara tilverugrundarlag at veita nýføðingum, yngri og eldri dygdargóðar heilsutænastur. Tí mugu vit vaksa. Sum nevnt, gerast vit fleiri starvsfólk, og seinni í ár fara vit undir seinastu fyrireikingarnar at taka nýggja H-bygningin í nýtslu. Men vaksandi talið av kanningum og viðgerðum og krøvini til dygd merkja eisini, at vit skulu arbeiða snildari og duga enn betur at gagnnýta tann samlaða kapasitetin í Sjúkrahúsverkinum.

Tí arbeiða vit við. Eisini hóast vit hava koronu.

At sameina tey trý sjúkrahúsini er ein stór uppgáva og ein uppgáva sum vit trý, Hans Pauli, Alexandra og eg sjálvur, taka í álvara. Arbeiðið er krevjandi og tekur tíð. Vit hava góð fólk afturat okkum í leiðsluni fyri Sjúkrahúsverkið, og tað er við góðum treysti, at vit eru farin undir uppgávuna.

Fyri summarfrítíðina løgdu vit fram nýggja virðisgrundarlagið og samleikan hjá Sjúkrahúsverkinum. Í sjálvum sær hava felags visjón, missión og virðir ikki ávirkan á tænastustøðið á teimum trimum sjúkrahúsunum, men við virðisgrundarlagnum hava vit sett eitt greitt felags mál og eitt mið, sum vit kunnu seta kósina eftir.

Fleiri enn 40 strategisk mál í stoypiskeiðini
Sum eitt framhald av hesum arbeiðinum hava vit í leiðsluni orðað fleiri enn 40 mál og átøk, sum komandi árini fara at flyta Sjúkrahúsverkið frá at vera tríggjar sjálvstøðugar eindir, til at virka sum ein eind, sum er samanhangandi, sum samvirkar og samstarvar á øllum stigum og í øllum lutum. Strategiskjalið, sum vit rópa tað, verður um stutta tíð lagt fyri leiðslur og starvsfólk. Øll málini hava við sær menning á ymsum stigum, og tí lata tey seg bara gera, um starvsfólkini og leiðslur eru við í tilgongdini. Tað er sjálvsagt okkara uppgáva sum leiðsla at fáa mongu málini at eydnast, men uttan mongu starvsfólkini á sjúkrahúsunum megna vit sum leiðsla lítið.

Fleiri átøk eru sostatt á gáttini, og fyri okkum byrjar tann skipaða sameiningin av álvara nú. Sameining er samstarv, og í gerandisdegnum eru nógv dømir um gott samstarv. Allarbest er hetta kanska komið til sjóndar, tá korona hevur lagt trýst á okkum, tí tá hava vit sæð hvussu væl deildir og starvsfólk á sjúkrahúsunum hava stuðla hvørjum øðrum.

Somuleiðis hava royndirnar frá fleiri væleydnaðum verkætlanum í 2021 givið okkum eitt gott grundarlag at byggja víðari á. Á kliniska økinum er gott samstarv skipað millum sjúkrahúsini um nýggja tilboðið um Parkinson-rehabilitering. Størsta verkætlanin í 2021 var tó arbeiðið at fyrireika uppstiganina av okkara talgildu heilsuskipan.

Nógv fólk vóru partur av fyrireikingini, og allir klinikarar í sjúkrahúverkinum – og nógv onnur við – arbeiða nú í einari nýggjari útgávu av Cosmic. Tilgongdin bleiv órógvað av, at svenski veitarin Cambio, segði upp sáttmálan um Cosmic stutt fyri, at uppstiganin skuldi vera, men tá ið vit høvdu mett um fyrimunirnar og vansarnar við at halda fram, so vóru vit ikki í iva. Tað tekur tíð at fáa nýggja heilsuskipan til vega og setta í verk, so Cosmic fer framvegis at vera okkara amboð komandi 4-6 árini. Tí var uppstiganin neyðug. Fyri at tryggja okkum frameftir.

Umframt at vit fingu eitt felags virðisgrundarlag, so er sjúkrahúsini nú bundin saman á sama neti. Heilsunet er infrakervið undir einari røð av KT-skipanum, og tøkniliga leggur hetta lunnar undir størri samstarv tvørturum sjúkrahúsini. Vit hava havt eina felags heimasíðuloysn í útboð, og samskiftisfyritøkan Sansir arbeiðir nú saman við okkum um at fáa til vega nýggja heimasíðu. Avgerð er tikin um at gera tillagingar í Heimabeitinum, so øll starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum kenna seg aftur og kunnu taka intranetið til sín.

Bjartskygdur um 2022
Nú vit hava fingið fótafestið í 2022, kunnu vit vera varliga bjartskygd, hugsi eg. Omikron kemur at herja eina løtu aftrat, og tað verður strævið at koma ígjøgnum. Men so fer av álvara at vára, og helst hava tey allarflestu tá fingið tað, sum serfrøðingar rópa eina eyka koppseting. Nevniliga at vit hava verið smittað við koronu.

Kunnu vit tá vænta ein arbeiðsdag uttan koronu á sjúkrahúsunum?

Vónandi! Í øllum førum í eina tíð. Tað hevði verið ein lætti fyri okkum øll og hevði eisini givið okkum enn meira orku til at arbeitt við øllum tí, sum liggur fyri í 2022: Flytingin í H-bygningin, minka um bíðilistar, Steno Diabetes Center Føroyar arbeiðið, umskipan av allari heilsugransking í Føroyum, nýggja dimensióneringsætlan, Trivnaðarkanning o.s.fr.

Eg gleði meg at fara undir hesar og nógvar aðrar uppgávur í 2022 saman við tykkum øllum, ið hava tykkara dagligu gongd á sjúkrahúsunum. Við ella uttan koronu.

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.