Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Dialýsukoyringin boðin út av nýggjum

31. AUGUST 2022

Landssjúkrahúsið bjóðar nú koyringina av dialýsusjúklingum út av nýggjum. Eftir ætlan tekur vinnarin av útboðnum yvir tænastuna tann 1. november.

Talan er um koyring av sjúklingum, ið hava tørv á hjálp í sambandi við koyringina til og frá dialýsueindini á  Landssjúkrahúsinum. Starvsfólk hjá veitarinum skulu vera tænastusinnaði og veita eina tænastu, har sjúklingar verða viðfarnir við virðing. Eisini eru krøv til akfør og bilførara.  

Uppgávan, sum nú verður boðin út, fevnir um tey, sum eru búsitandi í høvuðsstaðnum og á bygd, har landfast er millum Landssjúkrahúsið og bústaðin. Í løtuni er talan um 14 fólk. Koyringin fevnir sostatt ikki um sjúklingar úr Suðuroy, Sandoy ella útoyggj. Tó verður Sandoy partur av koyringini, tá Sandoyartunnilin er tikin í almenna nýtslu.

Útboðstilfarið liggur á Keypsportali landsins, og freistin at lata inn tilboð er um tríggjar vikur, tann 21. september 2022.

Landssjúkrahúsið skipar fyri kunnandi fundi um útboðið tann 9. september klokkan 15. Fundurin verður á Stjórnarskrivstovuni á Eiragarði 13.

Sí meira HER

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.