Corona.fo

Dávið Michelsen, serlækni í almennum medisini

1. MARS 2022
Dávið Michelsen er júst liðugur við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.

Dávið Michelsen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Katrin Danielsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Sten Larsen, kommunulækna, í viðtalu á Hoyvíksvegi 70.

Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Dávið verið á Hvidovre Hospitali og tikið tann partin har í 6 mánaðar.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. 2 læknar verða eftir ætlan lidnir 28. februar 2023.

Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Dávið Michelsen, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Í dag 1. mars eru 20 ár síðan fyrsti læknin byrjaði í høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini í Føroyum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.