Corona.fo

Støðug tilgongd til koppseting

23. JULI 2021

Tilsamans 61.717 koppsetingar eru nú framdar í Føroyum. 34.256 fólk hava fingið fyrru koppsetingina og 27.461 eru liðugt koppsett. Tað svarar til 50,5 % av øllum borgarum í Føroyum.
Gongdin hevur verið støðug í juni og í juli, hóast feriutíð. Í juni vóru 14.693 koppsetingar framdar, og higartil í juli er talið 14.428.

Tá útgangsstøði verður tikið í yngru aldursbólkunum í mun til fólkatalið, er procenttalið fyri samlaðu koppsetingunum í Føroyum soleiðis:

Aldur 16-24 ár: 75,3%
Aldur 25-34 ár: 68,8%
Aldur 35-44 ár: 73,7%
Aldur 45-54 ár: 86,6%


Tað er aldursbólkurin 25-34 ár, ið liggur lægst. Har skal tó takast fyrilit fyri, at í tí bólkinum eru kvinnur í burðardyggum aldri.
Higartil hevur ikki verið viðmælt barnakonum og kvinnum, sum geva bróst, at lata seg koppseta. Danska Sundhedsstyrelsen hevur tó broytt tilmælið hesa vikuna, men sama er ikki galdandi fyri Føroyar enn. Evnið verður tikið upp í koppsetingarbólkinum týsdagin í komandi viku.    

Fyrst í hesum mánaðinum kom nógv koppingarevni til landið. Tí bar til at veita borgarum møguleika fyri at støkka inn á eitt av nærmastu koppsetingarstøðunum í ein ásettan tíma, uttan at skula bíleggja tíð frammanundan. Tað vísti seg at vera ein hentur møguleiki, tí áleið 400 fólk tóku av tilboðnum í teir tilsamans 4 tímarnar, ið Sjúkrahúsverkið veitti hendan møguleikan. Tað er áleið 100 fólk pr. tíma.

Av tí at nokk av koppingarevni er í landinum, eru eisini nógvar tíðar tøkar til koppseting í løtuni.
Upplatingartíðirnar á koppsetingarstøðunum eru hesar fram til Ólavsøku:

Landssjúkrahúsið 23., 25., 26. og 27. juli
Klaksvíkar Sjúkrahús 26. og 27. juli
Suðuroyar Sjúkrahús 26. juli

Bílegging fer fram á corona.fo

Eftir Ólavsøku verður aftur bjóðað Støkk inn á øllum trimum sjúkrahúsunum.
Koppseting ímóti COVID-19 er eitt ókeypis tilboð til allar borgarar, 16 ár og eldri.  

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.