Corona.fo

Sosialráðgeving á Landssjúkrahúsinum

6. MAI 2021

Landssjúkrahúsið og Almannaverkið eru í felag farin undir eina verkætlan at veita sosialráðgeving til sjúklingar, sum eru innlagdir á somatisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.

Sjúka kann elva til ótryggleika og fáa sosialar avleiðingar. Tí kann vera gott at fáa ráðgeving og vegleiðing frá einum sosialráðgeva tíðliga í sjúkugongdini, so neyðug hjálp kann setast í verk. Hetta kann fyribyrgja, at sosiala støðan versnar óneyðugt.

Tað eru Nicolina Rubeksen og Siri Joensen, sum verða knýttar at Landssjúkrahúsinum. Tær starvast sum sosialráðgevar á Borgaratænastuni í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum.

Sosialráðgevin verður at hitta á Landssjúkrahúsinum hvønn týsdag og hósdag millum kl. 10.30 og 14.30.

Verkætlanin skal eftirmetast um nakrar mánaðir, har støða skal takast til, um hildið verður fram.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.