Corona.fo

Koronupassið endaliga góðkent og klárt at brúka

17. SEPTEMBER 2021

ES-nevndin hevur nú endaliga góðkent talgilda føroyska koronupassið. Koronupassið kann brúkast í flest øllum londum í Evropa og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.
Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina og kunngerðin er lýst í European Journal, sí her.

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst.
Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á corona.fo fært tú eisini holla vegleiðing um hvussu tú tekur passið niður.

Um passið
1. Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.
2. Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur koronupass, sum er í gildi, tí tú ert koppsett/ur. Tú kanst eisini fáa tína negativu koronukanning á koronupassið.
3. Koronupassið vísir upplýsingar um koppseting og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.