Corona.fo

Koronukanningar í gamla studentaskúlanum í Hoydølum

25. NOVEMBER 2021

Illfýsið veður og vandi fyri avlýsingum hevur nú við sær, at koronukanningarnar í Havn flyta niðan í gamla studentaskúlan í Hoydølum fyri veturin. Kannað varð fyrstu ferð í Hoydølum í gjár.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt av at flyta koronukanningarnar í Havn niðan í Hoydalar, har studentaskúli og HF-skeið var fyrr. Kanningarnar vera inni í skúlanum og tað merkir, at fólk skulu úr bilinum fyri at verða kannaði. Inngongdin verður við fimleikahøllina. Tey, ið eru illa gongd, ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar.

Eystara bryggja riggar væl sum kanningarstað, tá veðrið er til vildar. Er illveður, og serliga um ættin er ring, stendur á at skipa fyri kanningunum á Eystaru bryggju, og tað er komið fyri, at Sjúkrahúsverkið hevur avlýst. Hetta er sjálvandi óheppið, tá smittan ger um seg, og tí verða koronukanningarnar nú fluttar í onnur høli fyri veturin.

Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð á korona.fo. Almennu tilmælini eru galdandi.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.