Corona.fo

Koppsettu á útoyggj

11. AUGUST 2021

Í góðveðrinum í gjár vitjaði eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vøkru oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Skúvoy, Dímun og Mykines.

Ikki øll hava eins góðan møguleika at koma á stóru koppsetingarstøðini fyri at verða koppsett. Tilboðið um koppseting er fyri øll, og átakið í gjár var ein liður í ætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum at gera tilboðið atkomuligt hjá øllum.

Tilsamans 23 fólk tóku av tilboðnum um at verða koppsett, tá koppsetingarliðið vitjaði.

Fleiri myndir síggjast á facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.