Corona.fo

Koppsetingin á ferð í Sandoynni

3. SEPTEMBER 2021

Týsdagin vitjar eitt koppsetingarlið á Sandoynni. Byrjað verður í Dali um middagsleitið, og endað verður í Skopun seinnapartin.

Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum fara næstu tíðina at ferðast kring Føroyar og bjóða fólki at verða koppsett fyri koronu. Í næstu viku verður vitjað í Norðoyggjum, í Vágum og á Sandoynni.

Ætlanin er at byrja koppsetingina í Dali, har koppingaevnið, sum skal brúkast fyri dagin, verður gjørt klárt. Byrjað verður at koppseta klokkan 13.

Síðani gongur leiðin til Húsavíkar, har koppsett verður í ein tíma ella so, áðrenn ferðaliðið fer til Skálavíkar. Eftir ætlan byrjar koppsetingin í Skálavík umleið kl. 15.

Tá klokkan er farin nakað av 16 verður koppsett heima á kommunuskrivstovuni á Sandi, áðrenn dagurin endar í Neystinum í Skopun.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.