Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Framvegis stórt trýst á kanningarstøðirnar hjá Sjúkrahúsverkinum

4. NOVEMBER 2021

Tað verða framvegis fleiri enn 3.000 fólk kannaði fyri koronu um dagin, men kortini eru tað fólk sum bíða ov leingi at sleppa til kanningar. Tí er sera umráðandi, at tey, ið ikki hava fyri neyðini at verða kannað, lata vera við at kanna seg.

Bæði Landslæknin og landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum vístu í farnu viku á trupulleikan at nógv, sum ikki hava sjúkutekin og heldur ikki hava serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna fyri at vera á tí tryggu síðuni.

Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini. Tá fólk biða sær tíð til koronukanningar verða tey biðin at svara, hvør orsøkin er til kanningina. Ymsir svarmøguleikar eru, eitt nú, at tað talan er um 2. dagskanning eftir komu til Føroya, at tú hevur sjúkueyðkenni og at tú hevur verið í veitslulag.

Eisini kunnu fólk svara, at arbeiðsplássið hevur kravt eina kanning og her snýr tað seg um onnur arbeiðspláss enn sjúkrahúsini og bústovnar kring landið.
Screening av arbeiðsplássum kann vera eitt gott hugskot, men vit kunnu helst semjast um, at tað ikki er eins týðandi sum at fólk, ið hava verið uttanlands, ella fólk við sjúkueyðkennum, verða kannaði.

Afturvendandi screeningar troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini
Seinastu tvær vikurnar er yvir 20 prosent av kanningarorkuni hjá Sjúkrahúsverkinum farin til at kanna fólk, har arbeiðsplássið hevur kravt eina kanning. Tað er fimtahvør kanning sum Sjúkrahúsverkið ger.

Fleiri av hesum kanningum eru heilt vist skilagóðar og neyðugar, t.d. tá ein smittutilburður hevur verið á arbeiðsplássinum. Aðrar tíðir er talan um arbeiðspláss ynskja afturvendandi screeningar av starvsfólkunum fyri at binda um heilan fingur. Við verandi trýsti á kanningarstøðirnar kann hetta hava við sær, at onnur, sum veruliga hava eina koronukanning fyri neyðini, ikki sleppa framat.

Sjúkrahúsverkið við hesum heita á arbeiðspláss um at hugsa seg væl um, áðrenn tey velja at krevja kanningar av øllum starvsfólkunum. Nú eftirspurningurin eftir kanningum er so stórur, eiga arbeiðspláss at gevast við afturvendandi screeningum av starvsfólki og bert krevja kroonukanning, tá serliga góðar orsøkir eru fyri tí.

Myndatekstur: Myndin omanfyri vísir talið av teimum, sum svara, at tey lata seg kanna, tí arbeiðsplássið krevur tað. Voksturin tvær tær seinastu vikurnar er sera stórur. 

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.