Corona.fo

Fokus á heilsugransking á Landssjúkrahúsinum

25. MAI 2021

Hesa vikuna verður varpað ljós á heilsugransking tengd at Landssjúkrahúsinum. Undanfarin ár hevur ein árligur granskingardagur verið hildin um várið – í fjør varð hesin tó av ongum orsakað av korona.

Av tí at koronustøðan enn er ógreið, hevur Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum valt at skipa fyri einum øðrvísi tiltaki at varpa ljós á heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.

Øll, ið fáast við gransking á Landssjúkrahúsinum, eru biðin um at senda abstrakt inn – og eru í flestu førum komnir postarar burturúr. Hesir postarar vera sýndir fram í forhøllini á LS alla vikuna (viku 21) Eisini eru gjørd stutt videobrot, har granskararnir hava høvi í stuttum at lýsa innihaldið í teirra gransking.  

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum frøist um, enn einaferð at hava fingið ein hóp av abstraktum inn – og at eisini ber til at sýna øllum postarar í forhøllini, ið vísir hvat rørir seg innan heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.