Bíðilistar

Fleiri tøkar tíðir til koppseting

7. JULI 2021

Komandi vikurnar kemur nógv koppingarevni til Føroya. Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli.

Stóru nøgdirnar hava eisini við sær, at munandi fleiri tíðir verða tøkar til koppseting. Sjúkrahúsverkið fer tí at koppseta allar dagar komandi tíðina.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið millum fyrra og seinna prik stytt frá 28 døgum niður í 21 dagar. Hetta fer at hava við sær, at fólk verða skjótari liðugt koppsett, og harvið betri vard móti smittuni. Tað ger mun, nú nýgga Delta-frábrigdið eisini hevur tikið seg upp í Føroyum.

Koppsetingarkalendarin verður samstundis framskundaður tvær vikur. Nú verður roknað við, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34 (t.e. 23.-29. august). Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett í viku 36. Øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Til ber at bíleggja tíð til koppseting á korona.fo.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.