Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Felags føðifyrireiking verður í Løkshøll sum ætlað

15. JUNI 2021

Í morgin - mikudagin 16. juni - verður føðifyrireiking í Løkshøll. 

Vegna koronu vóru vit noydd at avlýsa føðifyrireikingina, sum skuldi vera í Løkshøll herfyri. Men nú er greitt, at tiltakið verður í morgin kl. 16.30-18.30.

Tað er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Fyrri dagurin verður um føðing, arbeiði við verkjum og pínulinnandi møguleikum. Seinni dagurin, sum eftir ætlan verður í Løkshøll tann 23. juni, snýr seg mest um bróstageving og tíðina eftir føðing.

Føðifyrireikingin er fyri øllum áhugaðum barnakonum við maka.

Til ber eisini at síggja føðifyrireikingina, sum Joan Niclassen, ljósmóðir, tók upp í fjør á heimasíðuni, sí

https://sv.ls.fo/deildir/kliniskar-deildir/lj%C3%B3smoe%C3%B0rataenasta/netborin-foe%C3%B0ifyrireiking/

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.