Corona.fo

Felags føðifyrireiking í Løkshøll í juni

28. MAI 2021

Broyttar tíðir til føðifyrireiking:

Felags føðifyrireiking verður í Løkshøll (í skúlanum við Løkin) í Runavík, mikudagin 9. juni og 16. juni 2021 kl. 16.30-18.30.
Tað er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Fyrri dagurin verður um føðing, arbeiði við verkjum og pínulinnandi møguleikum. Seinni dagurin snýr seg mest um bróstageving og tíðina eftir føðing.

Føðifyrireikingin er fyri øllum áhugaðum barnakonum við maka. 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.