Corona.fo

Cambio hevur sagt upp avtaluna um Cosmic

6. DESEMBER 2021

​Í síðstu viku var leiðslan í Sjúkrahúsverkinum á fundi við leiðsluna hjá Cambio, har Tomas Block (CMO & Deputy CEO) segði upp avtaluna millum Sjúkrahúsverkið og Cambio um talgildu heilsuskipanina, Cosmic.

Sambært sáttmála hevur Sjúkrahúsverkið eina uppsagnarfreist uppá tvey ár, har Cambio hevur skyldu til at veita fulla support av Cosmic. Er tørvur á support í longri tíð, má serlig avtala gerast um hetta. Hetta verður støðan eitt nú, um Sjúkrahúsverkið ikki hevur fingið eina nýggja talgilda heilsuskipan endaliga setta í verk innan tvey ár.

Sjúkrahúsverkið er á gáttuni við nýggjar uppstigan av Cosmic. Vit meta nú um um fyrimunir og vansar við hesari uppstigan - sæð í ljósinum av hesi uppsøgn. 

Tað vísir seg, at Cambio hevur uppsagt allar installatiónir av Cosmic uttan fyri Svøríki, her ímillum við heilsverkið í Grønlandi, við donsku verjuna og alt virksemi, sum fyritøkan hevur í Stóra Bretlandi.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.