Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Vegarbeiði ávirkar ferðsluna við G-bygningin

5. DESEMBER 2019

Í sambandi við vegarbeiði við G-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum eru broytingar í vegaføringini á krossinum við Sandagerðisveg.

Vegurin framvið G-bygningin er stongdur á krossinum út til Sandagerðisveg, og meðan arbeitt verður, er nýggj vegaføring gjørd tvørtur um norðastu parkeringsbásirnir við G-bygningin. Nýggi vegurin er markeraður við betongsteinum.

Betongsteinar eru eisini settir framvið vegnum, bæði á norðaru og syðru síðu av Sandagerðisvegi, og hetta hevur við sær, at vegurin er nakað smalri enn vanligt. Tí er bert loyvi at koyra niðan brekkuna, meðan arbeitt verður. Vegarbeiðið hevur eisini við sær, at plássini at parkera eru færri í tali.

Sjúkraflutningstænastan koyrir frá Landssjúkrahúsinum eftir Sandagerðisvegi, og tað er av stórum týdningi, at fólk ansa eftir, at tey ikki forða sjúkrabilum at sleppa avstað, nú vegurin er smalri enn vanligt. Sjúkrabilur er eftir sjúklingum fleiri ferðir um dagin og viðhvørt stendur um lív.

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.