Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Kjakfundur um palliatión

5. NOVEMBER 2019
Linnandi viðgerð og lívsgóðska áðrenn deyða - palliatión
- Hvussu ynskja vit, at seinasta tíðin skal verða?
 
Etiska Ráðið skipar í annaðkvøld fyri kjakfundi í Løkshøll um palliatión í Føroyum.
Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða, og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal verða. Vit varpa m.a. ljós á hesar spurningar: Hvat er palliatión? Hvussu eru umstøðurnar í heimum, har fólk liggja til at doyggja, og hvussu upplivir Heimatænastan hesar støður? Hvussu fara vit væl úr hesi verð, og hví skulu vit stremba eftir at varðveita førleikarnar sum longst? Hvussu ynskja vit, at seinasta tíðin skal verða?
 
Skráin:
 
Kl. 19.30 Hvat er palliatión, og hvussu kunnu vit veita linna og lívsgóðsku?
Hildur við Høgadalsá, sjúkrarøktarfrøðingur og Master í yrkismenning, forkvinna í Etiska ráðnum
 
Kl. 19.40 Síðsta tíðin heima - røkt og umsorgan
Jonna Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, deildarleiðari í Heimatænastanuni
 
Kl. 19.55 At fara væl úr hesi verð. Tilveruspurningar evstu tíðina
Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og limur í Etiska ráðnum
 
Kl. 20.10 Hví eiga rehabilitering og palliatión at ganga hond í hond?
Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum og limur í Etiska ráðnum
 
Kl. 20 25 Palliatión í dag og frameftir – hvørjar umstøður ynskja vit?
Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum og palliatión
 
Kl. 20.40 Pallborðsorðaskifti, spurningar og kjak
 
Kl. 21.25 Samanumtøka
Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum
 
Kl. 21.30 Liðugt
Orðstýrari: Uni Arge, journalistur.
 
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Uppleggini verða stroymd beinleiðis og løgd á heimasíðuna www.etiskaradid.fo

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.