Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Visitatorskipanin virkar væl

5. JANUAR 2018

Fyrst í 2017 gjørdu Tórshavnar Kommuna og Landssjúkrahúsið eina avtalu um visitatorskipan, við endamáli at skapa betri og smidligari útskrivingartilgongd fyri borgaranum, umframt at fyribyrgja afturinnlegging.

Skipanin virkar soleiðis, at ein visitator frá Tórshavnar Kommunu er á Landssjúkrahúsinum eina ferð um vikuna og fær yvirlit yvir, hvørjir sjúklingar eru næstir at útskrivast, so heimið og evt. heimatænastan eru klár at taka ímóti. Hetta hevur við sær, at kommunan er betri fyrireikað til tær avbjóðingar, sum í hvørjum einstøkum føri kunnu stinga seg upp í sambandi við útskriving, alt eftir hvussu sjúklingurin er fyri.

Sjálv visitatiónin verður framd sum áður, við at ein av visitatorunum hjá kommununi kemur á sjúkrahúsið og hevur visitatiónsfund saman við viðkomandi heilsustarvsfólkum frá LS,  sjúklingin og avvarðandi. 

Skipanin varð eftirmett í desember mánað, og bæði Tórshavnar Kommuna og Landssjúkrahúsið fegnast um, at hon virkar væl. Týðandi hevur verið, at starvsfólk sum fyriskipa útskriving á sjúkrahúsinum og tey sum taka ímóti í kommununi hava hitst eina ferð um vikuna. Samskiftið um sjúklingin og tær avbjóðingar, sum fyriliggja við útskriving, eru væl lættari at tilrættisleggja, tá sambandið millum sjúkrahúsið og kommunu er so tætt, sum tað nú er vorið.  

Á myndini starvsfólk frá Heilsu- og umsorganartænastuni og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum samskifta um útskrivingar av Landssjúkrahúsinum. (savnsmynd)

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.