Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Sjúkrahúsverk Føroya hevur gjørt avtalu við Aalborg Universitetshospital um sjúklingar við bróstkrabba

7. NOVEMBER 2018

Avtalan er ein sokallað "centur til centur" avtala og umfatar bæði diagnostisering, sum er staðfesting av sjúkuni, viðgerð og uppfylging av kvinnum við bróstkrabbameini.

Landssjúkrahúsið hevur havt eitt sera gott samstarv við Kristján Skúla Ásgeirsson, men hevur valt at fylgja menningini í grannalondum, ið vit vanliga samanbera okkum við, har sjúklingar fara í “pakkaforløb” við at verða knýtt at eini toymisskipan við tvørfakligum førleikum á einum stað.

Nýggja avtalan tryggjar, at ein mammaradiologur og ein mammakirurgur við hollum royndum koma á Landssjúkrahúsið eina ferð hvønn mánað, at kanna, staðfesta og viðgera føroyskar sjúklingar við bróstkrabba.

Fyrimunir við hesi avtaluni eru í høvuðsheitinum:  

 - at betur samanhangur verður í allari sjúklingagongdini, tí at staðfesting av sjúku og eftirfylgjandi viðgerð fer fram hjá einum tvørfakligum toymi av heilsustarvsfólkum eftir norðurlendskum leiðreglum

- at størri parturin av viðgerðini verður framdur í Føroyum

- at avtalan er við størri stovn heldur enn einstakling, og er tryggari, tí talan er um sjúkrahús, sum hevur fleiri serlæknar í starvi

Fyri sjúklingar við tørvi á eini endurskapan av bróstinum verður hetta framt undir somu skurðviðgerð, har ein plastkirurgur fremur rekonstruktiónina, aftaná at mammakirurgurin hevur skorið sjúklingin fyri krabbasjúkuna. Sjúklingurin skal sostatt ikki fleiri ferðir undir skurð.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019, og Kristján Skúli Ásgeirsson og skurðlækni frá Aalborg Universitetshospitali møtast í komandi viku, har tey bæði fara at avtala, hvussu sjúklingar, sum framvegis eru í aktivari viðgerð, verða fluttir trygt inn í nýggju skipanina.


Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.