Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum tann 24. mai.

22. MAI 2018

Árligi Granskingardagurin verður í ár hildin á Landssjúkrahúsinum tann 24. mai.
Landssjúkrahúsið ynskir at vísa á gransking og granskingarúrslit, sum antin verður gjørd á Landssjúkrahúsinum ella framd av persónum við tilknýti til Landssjúkrahúsið.
Ætlanin er at vísa á so nógvar granskingarverkætlanir sum gjørligt, bæði tað sum er í gongd, umframt tað sum er ávegis.

Dagurin fer fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum frá kl. 13.00- 16.00.

Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við umframt umboð frá viðkomandi myndugleikum. Høvi verður at hoyra fleiri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum.

Harumframt verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin, og heiðursløn verður latin besta postara. 

Jacob Birkler, heimspekingur endar dagin við fyrilestrinum “Kan man dø for sent?” Jacob Birkler er heimspekingur við sergrein í etikki. Hann var formaður í Etiska ráðnum í Danmark frá 2010-2016. Hann hevur í mong ár arbeitt við etikki og brúkt heimspeki heilsufakliga, harumframt hevur hann skrivað bøkur og undirvíst í etikki í heilsuverkinum.

Fyrilesturin hjá Jacob Birkler setir fokus á okkara hugsan um deyðan og okkara roynd at útseta tað, sum ikki slepst undan. Hvussu fáa vit eitt heilsuverk, sum ikki bara viðger, men sum eisini finnur meining í at lata vera.

Les meira um Jacob Birkler á dialektik.dk 

Sí skránna til Granskingardagin her 

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.