Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Árliga summarátakið fyri læknalesandi verður á Landssjúkrahúsinum 20. juli

17. JULI 2018

Aftur í summar bjóðar Landssjúkrahúsið til átak fyri læknalesandi og yngri læknar/basislæknar, sum eru heima í summarfrí.

Fyri at knýta og viðlíkahalda samband við komandi og yngri læknar, bjóðar Landssjúkrahúsið til árligt summarátak, har Rasmus Maltesen, psykiatari og formaður í Útbúgvingarnevndini fer at greiða frá nýggju KBU skipanini. Somuleiðis fara KBU, intro og útbúgvingarlæknar at greiða frá gerandisdegnum á Landssjúkrahúsinum.

Sjúkrahússtjórin Jóanis Erik Køtlum verður til staðar, og læknalesandi fáa høvi at seta spurningar.

Átakið er eitt upplagt høvi hjá læknalesandi og yngri læknum at hitta hvønn annan til sosialt og fakligt prát afturvið einum kaffimunni, og fer fram í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7, tann 20. juli kl. 15.00.

Summarátakið er skipað í samráð við føroyska sjúkrahúsverkið, Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og ílegusavnið.

Tilmelding er ikki neyðug.

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.