Í samband við umrøðu í miðlunum seinastu dagarnar um samstarvið millum íslendska skurðlæknan Kristján Skúla og Landssjúkrahúsið viðvíkjandi viðgerð fyri bróstkrabba, hevur stjórnin á Landssjúkrahúsinum avgjørt, at verandi avtala við Kristján Skúla heldur fram, fyribils til 1. februar 2018.
Ætlandi verður samstarvsavtalan tikin upp á fundi millum Kristjan Skúla, skurðdepilin og stjórnina á Landssjúkrahúsinum, so skjótt sum skurðlæknin er aftur í Føroyum.
Eisini fer stjórnin at skipa fyri fundi um bróstkrabbaviðgerð millum umboð fyri Ríkissjúkrahúsið, Krabbameinsfelagið og sjúklingar.
Tá hesir fundir hava verið, fer stjórnin á Landssjúkrahúsinum at taka endaliga støðu til hvussu hetta viðgerðarøkið verður skipað framyvir.
Hareftir verður kunnað um avgerðina.