Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Høvuðskeldan til multiresistentar VRE enterokokkar í Føroyum er í Keypmannahavn

30. MAI 2017

Í nýggjari vísindaligari grein, sum Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d. er viðhøvundur á, verður staðfest, at talið av tilburðum av multiresistentum bakterium funnar á donskum sjúkrahúsum veksur skjótt og at flest tilburðir eru á sjúkrahúsunum í høvuðstaðarøkinum.

Granskingin, sum Medisinsk Granskingareind á Landssjúkrahúsinum er ein partur av saman við Statens Serum Institut SSI í Keypmannahavn, hevur við heilgenomsekventering staðfest, at bakteriur, sum eru funnar í Føroyum mest sannlíkt stava frá Keypmannahavn og HS sjúkrahúsunum í høvuðstaðarøkinum. Hetta eru sjúkrahúsini, sum føroyska heilsuverkið samstarvar mest við. Hesi sjúkrahúsini hava stórar avbjóðingar av resistentum bakterium, millum annað VRE, Clostridium difficile og ESBL.

Tey stóru universitetssjúkrahúsini uttanfyri Keypmannahavn sum Odense Universitetshospital, Aarhus Universitetshospital og Aalborg Universitetshospital hava higartil ikki havt líka stórir trupulleikar við multiresistentum bakterium, sum mann veit um.

Føroyskir sjúklingar hava helst í nógvum førum fingið multiresistentar bakteriur við aftur úr Keypmannahavn. Haðani eru bakteriurnar spjaddar víðari lokalt í Føroyum. 

Hóttanirnar frá multiresistentu bakterium eru í fokus á NSCMID 2017 ráðstevnuni (Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases), sum verður í Føroyum í august-september 2017. Shahin Gaini er forseti fyri NSCMID 2017.

Greinin er útgivn í Journal of Antimicrobial Chemotherapy, kallast  “Emergence of vanA Enterococcus faecium in Denmark, 2005–15” og kann lesast her

Mynd: Enterococcus bacteria. PASIEKA/Getty Images

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.