Tað vísur ein kanning íslendska Landspítali hevur gjørt millum føroyskar sjúklingar í tíðarskeiðinum juli 2015 til juni 2016.
Føroysku sjúklingarnir hava allir fingið eitt spurnarblað at svara, sum nágreinar teirra uppliving av sjúklingagongdini, frá hotel hentleikum til viðgerð og starvsfólk á sjúkrahúsinum umframt samskiftið millum Landssjúkrahúsið og Landspítali.
Hvør spurningur kundi svarast við eini trin 3-5 trin skala varierandi millum sera gott og sera ringt.
Av møguligum respondentum hava 66% valt at svara spurnarblaðnum.
Úrslitið vísur, at nøgdsemið er stórt við nærum alt sum hevur við sjálva viðgerðina og sjúkrahúsið at gera, í meðan onkur tænasta frá sjúklingahotellinum kundi verið betri.
Hetta hevur Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum tó gjørt vart við, og síðani eru hesar umstøðurnar vornar væl betri.
Samanumtikið vísur kanningin, at føroyska nøgdsemið við Landspítali í mestan mun er gott.