Føroyanevndin hjá Fólkatinginum varð móttikin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum fyrrapartin í dag av stjórnini, har tey fingu kunning um nýggja H-bygningin. Síðani var rundvísing á Landssjúkrahúsinum.
Eftirfylgjandi hevði sjúkrahússtjórin eitt kunningarupplegg um virksemi á stovninum, og síðani fór nevndin niðan í Granskingarlonina, har FarGen hevði framløgu.
Vitjanin endaði við døgurða í Matarhøllini á Eirargarði.
Føroysku umboðini vóru Magni Arge og Sjúrður Skaale, fólkatingslimir.