Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Elsubeth Fossádal útbúgvin serlækni í almennum medisini

9. SEPTEMBER 2016

Elsubeth Fossádal er júst vorðin liðug við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.
Elsubeth hevur tikið 5 ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í læknaviðtalini í Miðlon í Tórshavn, hjá ávikavist Kára Jacobsen og Katrin Danielsen.

Elsubeth er gift og eigur 3 børn. Hon starvast í løtuni á Medisinska deplinum.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Elsubeth er tann einasta sum er liðug í ár. Væntandi verða 5 læknar liðugt útbúnir komandi ár.

"Útbúgving er alt avgerðandi fyri framburð – eisini í sjúkrahúsverkinum" sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. "Tí var tað mær ein fragd at fáa loyvi til at heilsa upp á Elsubeth í dag og ynskja henni til lukku við drúgvu útbúgvingini og blíðan byr í læknagerninginum komandi árini. Vit nýttu eisini høvi at skifta orð um týdningin av støðugt at menna samstarvi millum kommunulæknarnar og Landssjúkrahúsið, har Elsubeth gav okkum fleiri góð ráð."

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.