Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Landssjúkrahúsið innkallar til ortopædkirurgi umvegis Mínboks

12. MARS 2015

Í fjør fór Landssjúkrahúsið undir at senda innkallingar til endoskopi umvegis MínBoks, og hevur tað víst seg at rigga væl. Frá í dag av fara sjúklingar sum skulu til forkanningar og eftirkanningar innan ortopedi, eisini at fáa eina innkalling umvegis Mínboks. 

Tað er Ortopædkirurgiska Ambulatoriið, ið hevur umleið 5.000 vitjanir árliga, sum nú fer at senda innkallingar frá Talgildu Heilsuskipanini (THS), - journalskipanin heilsuverkið brúkar.
Innkallingin verður upprættað í  journalini hjá sjúklinginum, og fer haðani til eina sjálvvirkandi skipan, sum finnur móttakaran í Mínboks. Móttakarin fær sostatt innkallingina elektroniskt, og tí er týdningarmikið, at borgarar regluliga kanna sín Mínboks postkassa.
Hevur móttakarin ikki fingið sær Mínboks, finnur skipanin sjálv útav at lata innkallingarbrævið til eina automatiska pakki-skipan hjá Elektron, ið skrivar út og pakkar innkallingina í brævbjálva, sum síðani verður sendur móttakaranum umvegis Posta.
Við hesum gerst innkallingarmannagongdin skjótari og einfaldari, og fer væntandi at viðføra, at borgarin møtir rættstundis til viðtalu, ella avlýsir í so góðari tíð, at stovnurin fær møguleika fyri at innkalla annan sjúkling í hansara stað.
Skipanini fer í 2015 at verða innførd í stigum innan alt fleiri virksemisøkir hjá Landssjúkrahúsinum, og stuðlar samstundis undir visiónina um, at stovnurin skal gerast pappírsleysur, eisini í samskiftinum við borgaran.
Seinni í ár er ætlanin, at tað eisini skal bera til at fáa eina áminning við sms-boði um at møta til viðtalu.
Til ber at melda seg til Mínboks umvegis heimasíðuna www.minboks.fo

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.