Bíðilistar

Krista Arnold Thomsen liðug við útbúgving sum serlækni í almen medicin (kommunulækni)

16. FEBRUAR 2015

Krista Arnold Thomsen, Klaksvík er júst vorðin liðug við útbúgving sína sum serlækni í almen medicin – vanliga nevnt kommunulækni. Hon bíðar í løtuni eftir endaligu løggildingini frá Sundhedsstyrelsen.


Krista hevur tikið fyrra partin av 5 ára serlæknaútbúgvingini í Region Nordjylland og seinna partin í Føroyum og havt meginútbúgvingastað í Kommunulæknaviðtaluni á Sandinum í Klaksvík, hjá Magnusi Magnussen, kommunulækna og Jaspuri Petersen, kommunulækna.


Krista byrjaði í starvi í Føroyum í november 2012. Hon er 35 ára gomul, og býr í Klaksvík saman við manni og 3 børnum. 
Hon hevur nú í hyggju at søkja fast starv sum kommunulækna í nærøkinum. Í løtuni virkar hon sum avloysari í Kommunulæknaviðtaluni á Sandinum í Klaksvík.


Útbúgving í Føroyum av serlæknum í almen medicin er í einum samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymisk klinisk uppihald á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna og væntandi verða 3 liðugt útbúnir í 2015.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.