Sanne Storm, ph.d. sum fekk 1,5 mió kr úr Sjúkrakassagrunninum til verkætlan um burðartunglyndi fer nú í holt við granskingina. Hon arbeiðir sum musikterapeutur á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við verkætlanini er, at greina hvussu mammur í hava ella eru í vanda fyri burðartunglyndi kunnu fáa bestu viðgerð. Ein serlig spurnarkanning verður nýtt til barnakonur, tá tær eru í viku 18, sum kann vísa á hvørs kvinnurnar eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi. |
Tær kvinnurnar sum eru í vandabólkinum fáa so tilboð um, at lata seg kanna neyvari við einum kanningarhátti sum Sanne Storm hevur ment, ið skal varpa ljós á hvørs tóni og styrki í røddini kunnu veita upplýsingar um sálarligu støðuna hjá mammuni, - umframt hvussu viðgerð ímóti burðartunglyndi virkar. Fleiri aðrar granskingarverkætlanir á LS fingu stuðul úr Sjúkrakassagrunninum. Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, fekk 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum. Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, fekk 1.209.051. kr. til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi. Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, fekk 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum. Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum, fingu 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum. |