Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

1-1-2 dagur 2015

27. MAI 2015

Mikudagin 27. mai kl. 10 verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

 

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

 

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

 

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

 

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.

 

400 børn og vaksin í Tórshavnar Kommunu verða við til 1-1-2 dagin.

 

 

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.