Bíðilistar

Endoskopieind

Lat aftur

Endoskopieind

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Bygningur B, hædd 2
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Upplatingartíðir

Gerandisdagar
kl. 08.00-16.00

Telefontíð
kl. 8-30-9-30 gerandisdagar
Tel. 30 47 34

Leiðandi starvsfólk

Guðrun Setberg Lindenskov
Deildarleiðari
T-post: gudli@ls.fo

Margretha Kjærbæk
Varaleiðari
T-post: lsmarkj@ls.fo

Endoskopieindin virkar undir skurðgongini og ger ymsar kikarakanningar av sodningarlagnum.
Fyri at koma til kanning, skal ávísing fyriliggja frá kommunulækna.
Endoskopieindin innkallar til kanning umvegis Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv við vanligum posti.
Sig frá í góðari tíð, um ikki ber til at møta ásetta tíð, so annar sjúklingur kann fáa tíðina. Fráboðast skal við at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 30 47 34 kl. 8.30-9-30 gerandisdagar. 


Tú finnur Endoskopieindina við at fara til vinstru í forhøllini, ganga yvir til har trappur og ein einstøk lyfta er, (har bíðrúmið til vaktlæknan er) og annaðhvørt ganga upp á aðru hædd, ella velja hædd 2 í lyftini.
Tá tú ert komin á 2. hædd, gongur tú til høgru eftir gongini, har tú sært bíðirúmið til Endoskopieindina fyri framman. Skelti vísa tær á, at tú ert á rættari leið.
Sí eisini filmsbrot her, hvussu tú finnur leiðina til Endoskopieindina.

Les niðanfyri um kanningar sum verða gjørdar á Endoskopieindini.

Gastroskopi
Gastroskopi er ein kikarakanning av vælindi, magasekki og tólvfingratarmi. Læknin sær rovuna og um broytingar eru.
Ígjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevnað frá til kanningar. 
Les meira her

Koloskopi
Koloskopi er ein kikarakanning av langanum. Læknin sum ger kanningina, sær tarmrovuna og um broytingar eru.
Ígjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevnað frá til kanningar.
Les meira her.

Sigmoideoskopi
Sigmoideoskopi er ein kikara kanning av niðasta parti av langanum. Læknin sum ger kanningina sær tarmrovuna og um broytingar eru.
Ígjøgnum eina kanal í kikaranum, ber til at taka vevnað frá til kanningar.
Les meira her

ERCP 
ERCP er ein kikarakanning, har læknin sær útmunnan frá gallagongd og búkspýttskertli. Fyri at síggja gallagongina á røntgenmynd, verður kontrastevni sprænt gjøgnum eina kanal í kikaranum.
Tað ber eisini til at arbeiða við instrumentum gjøgnum kikaran.
Les meira her. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.