Bíðilistar

Sjúklingaleiðbeinarar

Í Sjúkrahúsverkinum arbeiða vit støðugt og tilvitað við at sjúklingar og avvarandi fáa rætta kunning og vegleiðing í sambandi við sjúkuviðgerð. 

Sjúklingaleiðbeinarar í Sjúkrahúsverkinum hava til uppgávu at veita vegleiðing til sjúklingar um rættindi teirra, sambært sjúkrahúslógini.

 

Sjúklingaleiðbeinarin skal:

  • Veita hjálp til sjúklinginum í at navigera millum deildir, deplar og sjúkrahús.
  • Veita hjálp í avbjóðingum við innkallingum og í hesum, at samskifta við heilsustarvsfólk. 
  • Veita stuðul undir viðgerðargongdini tá hetta gerst neyðugt, har leiðbeinarin kann vera til samtalur við heilsustarvsfólk, sum sjúklingurin hevur brúk fyri.
  • Veita vegleiðing til sjúklingin, um klagu og endurgjaldsmøguleikar, sum sjúklingurin hevur rætt til.
  • Veita vegleiðing í at skilja og útfylla møgulig oyðubløð, sum hevur samband við viðgerð ella eftirviðgerð.

 

Aðrar uppgávur hjá sjúklingaleiðbeinaranum eru: 

  • at íverkseta góðar og tryggar arbeiðsgongdir í samstarvi við avvarandi starvsfólk og deildir og finna loysnir har avbjóðingar eru í arbeiðsgongdum og tryggja samanhanngandi sjúklingagongdir, har avbjóðingar eru, sjúklinginum at frama.
  • Arbeiða í tøttum samstarvi við Uttanlandstænastuna kring teir sjúklingar, sum eru til viðgerð á viðgerðastøðum uttanlands.
  • At tryggja, at sjúklingar sum koma aftur til Føroya frá viðgerðum uttanlands, ikki detta burtur ímillum skipanir, men vera beind til rætta viðkomandi, til e.v.t at fáa rættan stuðul, røkt og viðgerð eftir lokna viðgerð. 
  • At luttaka í felagsátøkum til tess, at skapa samanhangandi sjúklingagongdir í skiftinum frá viðgerð uttanlands og til føroya. Hetta er í samskifti við uttanlandstænastuna, sjúklingaleiðbeinara í Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn og  Forløbskoordinatorinum í Ríkissjúkrahúsinum

 

Sjúklingaleiðbeinaratelefonin:

Møguligt er hjá sjúklingum og avvarandi at ringja til sjúklingaleiðbeinarar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi viðgerðargongdum. Sjúklingaleiðbeinarnir eru at at hitta í gerandisdøgum millum millum kl 9-15 á telefon 304629 ella á teldupost slb@ls.fo. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.