Bíðilistar

Sjúklingarættindi

Sjúklingarættindi

Sjúklingarættindi

Ávísing til viðgerð fyri persónar, ið búgva í Føroyum, umframt útlendingar
Viðgerð í sjúkrahúsverkinum er vanliga eftir ávísing frá kommunulækna ella kommunulæknavaktini/1870 ella umvegis Bráðmóttøkuna.  

Rættindi til ókeypis viðgerð
Hvørjir persónar hava rætt til ókeypis viðgerð og til hvørjar viðgerðir?

1. Tey sum hava havt fastan lógligan skrásettan bústað (og hava føroyskt p-tal) á Landsfólkayvirlitinum í Føroyum longri enn undanfarnu 6 vikurnar. Persónar sum flyta bústað úr Danmark ella Grønlandi hava rættindi beinanvegin tey hava skrásettan bústað í Føroyum. Rættindi fevna um alt slag av kanning, viðgerð og røkt. 
 
2. Norðurlendingar og bretar (persónar við skrásettum bústaði í Danmark, Íslandi, Noregi, Finlandi, Svørríki, umframt Grønlandi og Stóra Bretlandi), hava rætt til ókeypis viðgerð í sambandi við bráðfeingis sjúku, bráfeingis skaða, bráfeingis barnsburð ella versnandi kroniska sjúku.

3. Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í Føroyum hava rætt til øll sløg av kanning, viðgerð og røkt. 

4. Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska heilsuverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Ert tú lesandi við barn, og býr í Danmark, men ynskir at eiga á Landssjúkrahúsinum, eru serligar reglur galdandi. Set teg í samband við Uttanlandstæanstuna á Landssjúkrahúsinum.

Gjald fyri viðgerð
Persónar og viðgerðir sum ikki eru fevndar av hesum ásetingum um ókeypis viðgerð skulu gjalda fyri viðgerðina í sjúkrahúsverkinum.
Henda avrokning verður gjørd við endan av viðgerðini og tekur støði í donsku DRG-avrokningarskipanini. Møguleiki er við viðgerðarbyrjan at geva eina ábending um viðgerðarkostnaðin. Rindað verður antin kontant/gjaldskorti ella umvegis tryggingarfelag ella arbeiðsgevara.
Eru ivamál viðv. rættindunum og møguleikum fyri viðgerð hjá útlendingar ber til at venda sær til Uttanlandstænastuna á uttanlandst@ls.fo ella á tel. 30 45 00 lokal 1150. - gerandisdagar frá kl. 8.00-16.00.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.