Bíðilistar

Trýsttangaviðgerð (Diving sickness)

Trýsttangaviðgerð

Á Landssjúkrahúsinum er ein trýsttangi, ætlaður til bráfeingis viðgerð av t.d. kavarasjúku.

Tað eru læknar, sjúkrarøktrarfrøðingar og tangateknikarar í vakt alt árið runt.

Tangin stendur niðanfyri Landssjúkrahúsið.

 

Kavarasjúka

Hevur tú mistanka um tú hevur kavarasjúku, so skalt tú ringa til 304500 – minst til at upplýsa at talan er um mistanka um kavarasjúku.

So verður tú uppafturringd/ur av einum kavaralækna, sum metir um víðari framferðarhátt. Tað kann verða t.d. at síggja tað an, koma inn til eina kanning ella koma til trýsttangaviðgerð.

Er talan um álvarslig sjúkutekin, so sum mist vit, lammilsir, andaneyð – ring so 112. Minst til at siga at talan er um eina kavaravanlukku, so at kavaralæknin eisini fær boð.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.