Bíðilistar

Viðgerð fyri barnloysi

Viðgerð fyri barnloysi

Ávísing frá kommunulækna

Fyri at koma í viðgerð fyri barnloysi, skal tú venda tær til tín kommunulækna. Innan hetta skalt tú tryggja tær, at tú lúkar treytirnar fyri at fáa viðgerð.
Sí leiðreglur fyri fertilitetsreglur niðanfyri.

Um tú lúkar treytirnar, kann kommunulæknin ávísa teg til gynækologisku deild á Landssjúkrahúsinum.

Verður tú av Landssjúkrahúsinum ávíst til fertilitetsviðgerð, verður viðgerðin veitt í Danmark.

Tal á børnum

Landið vil fíggja upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, sum liva saman í hjúnarbandi ella líknandi parlagi.

Børn, sum annar parturin hevur foreldramyndugleikan yvir, telja við í tí sambandi.

Tað vil siga, at um annar parturin áður hevur foreldramyndugleikan yvir einum ella fleiri børnum, tað verður seg barn ella børn í øllum aldri, kann parinum bert verða bjóðað viðgerð fyri eitt felags barn við almennari fígging.

Leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð 

Treytirnar fyri at kunna veita fertilitetsviðgerð við infertilitet -barnloysi, har tað almenna kann bera kostnaðin eru hesar:

1. Parið er í einum støðugum parlagi við felags bústaði
(eisini á Fólkayvirlitinum) í minsta lagið í 2 ár

2. Parið skal hava havt minst eitt ára óviljað barnloysi
uttan graviditet í tí árinum (áðrenn ávísing til LS)

3. Øll pør skulu til samrøðu áðrenn útgreinan

4. Hvørgin av pørtunum í parinum kann vera
    steriliseraður

5. BMI hjá kvinnuni skal vera yvir 18 og undir 35

6. Parið skal gjøgnumganga vanliga útgreinan fyri
    barnloysi

7. Heilsa og/ella lív hjá kvinnuni skal ikki setast í vanda
    av viðgerð, viðgongu ella barnsburði

8. Um parið ongin børn hevur, kann hjálp veitast til tvey børn. Um børn eru í parlagnum, sum
   annar parturin eigur, men onki felags barn (biologisk ella ættleitt), kann hjálp veitast til eitt felags
   barn

9. Kvinnan skal hava fylt 25 ár og vera yngri enn 40 ár við byrjanini av hvørjum viðgerðarumfari. 
    Hetta er eisini galdandi við 2. ella 3. viðgerðarumfari.
    Viðgerðarumfarið byrjar, tá kvinnan byrjar at taka heilivágin.
    Aldursmarkið er galdandi fyri øll sløg av viðgerð sostatt eisini við egg- og sáðdonatión

10. Maðurin skal hava fylt 25 ár og vera yngri enn 55 ár

11. Barnloysisútgreinanin skal ikki vísa á nakrar læknaligar, sálarligar og/ella sosialar
      kontraindikatiónir móti viðgongutíð ella foreldraleikluti (so sum misbrúk, tung psykiatrisk
      sjúka ella mental retardering).

12. Harumframt skal ongin av pørtunum hava fingið frátikið foreldramyndugleikan yvir barni áður.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.