Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Kæru- og endurgjaldsmøguleikar

Lat aftur

Kæru- og endurgjaldsmøguleikar

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Kæruvegleiðing

Tørvar tær neyva kæruvegleiðing,
ert tú vælkomin at venda tær
til Stjórnarskrivstovuna

Ella Larsen
Stjórnarfulltrúi
Tel. +298 30 45 00 lok. 1010

Úlvhild Teitsdóttir
Samskiftisfulltrúi
Tel. +298 30 45 00 lok. 1005

Ari av Rana
Samskiftisfulltrúi
Tel. +298 30 45 00 lok. 1010

ella senda ein t-post til ls@ls.fo

Stjórnarskrivstovan

Eirargarður 13
FO-100 Tórshavn
Tel. 30 45 00
T-postur: ls@ls.fo

Upplatingartíðir
Mánadag-hósdag: kl. 08.00-16.00
Fríggjadag: kl. 08.00-15.00

Telefontíðir
Mánadag-hósdag: kl. 08.00-16.00
Fríggjadag: kl. 08.00-15.00

Tað eru ymiskir klagu- og kærumyndugleikar, sum taka sær av klagumálum um sjúkrahusverkið, alt eftir hvat klagað verður um.  

Klagur um heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk og noktandi innlit í sjúkujournal 
Klagumyndugleiki er Styrelsen for Patientklager, sum viðgerð klagur um heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk ella noktandi innlit í sjúkujournal. 
Sí kunning á heimasíðu teirra her. 
Sí vegleiðing á føroyskum her
Sí klaguskema her

Fíggjarligt endurgjald fyri skaða ella mein, sum avleiðing av kanning ella viðgerð
Til ber at leggja endurgjaldsmál fyri Patienterstatningen, um mett verður, at sjúklingur hevur fingið skaða ella mein av kanning ella viðgerð í sjúkrahúsverkinum. 
Sí kunning á heimasíðu teirra her. 
Sí klaguskema her

Klagur um tvingsil í psykiatriini
Kærast kann til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina hjá Føroya Kærustovni, um persónur í samband við innlegging á psykiatrisku deild verður útsettur fyri tvingsli.
Sí kunning á heimasíðuni hjá Føroya Kærustovni her.

Klagur um fyrisitingarligar avgerðir 
Kærast kann til Føroya Kærustovn um fyrisitingarligar avgerðir tiknar í sjúkrahúsverkinum.
Sí kunning á heimsíðuni hjá Føroya Kærustovni her. 

Klagur um fyrisitingarliga málsviðgerð
Klagast kann til Løgtingsins Umboðsmann um, hvussu fyrisitingarlig málsviðgerð er farin fram í sjúkrahúsverkinum. 
Sí kunning á heimasíðu teirra her. 

Sí faldara her, sum í stuttum greiðir frá klagu- og kærumøguleikum í heilsuverkinum. 

Fulltrú um tú umboðar ein sjúkling
Um tú kærir ella umbiður innlit í sjúkujournal vegna ein sjúkling, skal viðkomandi veita tær fulltrú.  
Tørvar tær hjálp til at kæra, hevur tú møguleika at seta teg í samband við Rættarhjálpina. 

Ynskir tú neyvari kæruvegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum.


Gera vart við tænastustøði
Um tú ynskir at gera vart við ónøgdsemi í samband við røkt ella tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum kann skriv sendast beinleiðis til deild, depilsleiðslu ella stjórn á Landssjúkrahúsinum. Send ein T-post til ls@ls.fo og skriva hvønn klagan er stílað til.

Rís&Rós
Landssjúkrahúsið setir sum mál at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu og arbeiðir miðvíst við at liva upp til tað, ið væntað verður av framkomnum sjúkrahúsum. Vit frætta fegin frá tær, um tú hevur uppskot ella viðmerkingar, tí tað hjálpa okkum at kenna økir, ið virka væl, og kann varpa ljós á har høvi er fyri batum. Skriva til okkara á ls@ls.fo
Uppskot og viðmerkingar av hesum slag verða ikki roknaðar sum kærur.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.