Á Landssjúkrahúsinum er ein trýsttangi, ætlaður til bráfeingis viðgerð av t.d. kavarasjúku.
Tað eru læknar, sjúkrarøktrarfrøðingar og tangateknikarar í vakt alt árið runt.
Tangin stendur niðanfyri Landssjúkrahúsið.
Kavarasjúka
Er illgruni um kavarasjúku, so skalt tú ringa til 304500 – minst til at upplýsa at talan er um illgruna um kavarasjúku.
So verður tú uppafturringd/ur av einum kavaralækna, sum metir um víðari framferðarhátt. Tað kann verða t.d. at vita hvussu fer, koma inn til eina kanning ella koma til trýsttangaviðgerð.
Er talan um álvarslig sjúkutekin, so sum mist vit, lammilsi, andaneyð – ring so 112. Minst til at siga at talan er um eina kavaravanlukku, so at kavaralæknin eisini fær boð.