Bíðilistar

Læknavaktin 1870

Samband

Læknavaktin
Landssjúkrahúsið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Telefon 1870

Upplatingartíðir

Mánadag-fríggjadag
kl. 16.00-08.00.
Vikuskifti og halgidagar er opið alt samdøgrið.

Ábyrgd

Vaktlæknafunktiónin er staðsett á Landssjúkrahúsinum, men virkar umvegis Kommunulæknaskipanina, sum Heilsutrygd varðar av.

Jórun Højgaard, deildarleiðari hevur sjúkrarøktarfakliga ábyrgd.

 

Nær skalt tú nýta læknavaktina
Læknavaktin er ætlað, um tú brádliga gerst sjúk/ur, ella um tú gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og har tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna. Ivast tú, so ring.

Smáskaðar
Læknavaktin tekur sær eisini av smáskaðum.
Ring áðrenn. Tað kann við hvørt taka eina løtu at koma ígjøgnum. Ber til, so verð tolin. Tlf. 112 kann nýtast, um ikki slepst ígjøgnum og tað er bráðneyðugt.  

Áðrenn tú ringir
Hav navn og p-tal klárt. Hevur tú illgruna um hækkaðan fepur, tak so fepurin fyrst. Ger tær greitt hvat tú vilt upplýsa fyri læknavaktini.

Reseptir
Endurnýggjan av reseptum, verður gjørt hjá egnum kommulækna í vanligari arbeiðstíð. Men ert tú í uppisetri og tað er umráðandi at fáa fatur á heilivági, ber til at fáa recept gjøgnum Læknavaktina.

Sjúkt barn
Ringir tú til Læknavaktina um sjúkt barn, skalt tú siga navn og p-tal á barninum. Hygg eftir og met um, um barnið er ússaligt, hevur útslett, spýr og annað sum bendir á sjúku. Hevur tú illgruna um fepur so tak fepurin.

Læknavaktin
Tá tú ringir fært tú samband við lækna ella sjúkrarøktarfrøðing, ið biðja teg siga sær frá sjúkueyðkennunum. Læknin/sjúkrarøktarfrøðingurin metir síðan um støðuna, um góð ráð eru nøktandi, ella tað er best at koma til nærri kanningar á Læknavaktini ella á sjúkrahúsi. 
Tú fært tíð, hvussu og nær tú skalt møta, um so er.

Í serligum føri kann læknin meta, at best er at fáa koyrilæknan á heimavitjan.

 







Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.