Bíðilistar

Miðlapolitikkur

Miðlapolitikkur

Miðlaupptøkur á Landssjúkrahúsinum

Endamál

1. Endamálið við reglunum er at tryggja ein einsháttaðan framferðarhátt og mannagongd í samband við, tá fjølmiðlar ynskja at gera miðlaupptøkur á Landssjúkrahúsinum til fjølmiðlaendamál.

2. At starvsfólk kenna galdandi reglur fyri miðlaupptøkur.

3. At sjúklingar og avvarðandi og borgarir kenna galdandi reglur fyri miðlaupptøkur. 

Hugtøk
Landssjúkrahúsið: Er at skilja matriklarnir við J. C. Svabosgøtu og á Eirargarði, umframt viðtaluhøli og bygningar hjá Landssjúkrahúsinum kring landið, eitt nú innan økispsykiatri, ljósmøðraviðtalur og sjúkraflutningstænastu.
                                                    
Miðlaupptøkur: Er at skilja sum upptøkur við myndatóli, sjónvarpstóli ella útvarpstóli, sum antin skal brúkast til alment fjølmiðla endamál og/ella privat endamál.

A. Upptøkur hjá fjølmiðlum
Viðv. umbønum frá fjølmiðlum: Meginreglan er, at Landssjúkrahúsið hevur ein fyrikomandi hugburð mótvegis fjølmiðlum og ynskir at verða við til at stuðla undir fólkaupplýsing v.m.
 
Upptøkur á deildum vm.
Viðvíkjandi  upptøkum á serligum økjum, sum t.d. á deildum ella á ambulatorium o.s.fr., er tað avvarðandi depilsleiðsla, sum hevur avgerandi orðið um hvørt upptøkur kunnu vera og hvørjar treytirnar eru.
Hetta merkir, at allar umbønir um miðlaupptøkur skulu vísast til viðkomandi depilsleiðslu, ið skal taka støðu til umbønina.
Er viðkomandi depilsleiðsla í iva, kann spurningurin vendast við Sjúkrahússtjórn.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

Upptøkur á felagsøkjum
Í felagsøkjum t.d. forhøll, gongdum o.s.fr. er tað, sum útgangsstøðið, depilsleiðslan á Tænastudeplinum, ið hevur avgerðarheimildina tó undantikið í førum, har tað er ein natúrligur samanhangur við upptøkur á einari ávísari deild ella ambulatorii. Í slíkum føri kann deildarleiðslan geva loyvi. Í teimum førum, har sjúkrahússtjórnin gevur loyvi, er tað ein av umboðunum í Stjórn, sum veitir loyvi.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.
 
Eftir førimuni eiga depilsleiðslur altíð at kunna Sjúkrahússtjórn um tey loyvini, sum eru givin og upplýsa tíð, stað og evni. Eisini eigur, sum meginregla, sama avrit at verða latið til Tænastudepilin og Leiðbeining og Samskiftiseindini.
 
Depilsleiðslur og stjórn hava skyldu til at føra yvirlit yvir givin loyvi, so at hesi seinni kunnu dokumenterast.
 
Í ivamálum er sjúkrahússtjórn til taks.

Treytir til fjølmiðlar
Í samband við upptøkur, er altíð neyðugt at innganga eina ítøkiliga avtalu um upptøkurnar, uttan hetta tó neyðturviliga viðførir, at neyðugt er at gera eina skrivliga avtalu. Um talan er um størri upptøkur har avtala skal gerast, finnist ein frymil fyri avtalu millum LS og fjølmiðil hjá Samskiftiseindini/fulltrúanum, sum skal undirskrivast av báðum pørtum, umframt teimum sum luttaka í upptøkunum.

B. Upptøkur hjá borgarum/sjúklingum
Í viðskiftatreytum á heimasíðuni hjá LS, umframt í faldarum í sambandi við innlegging, og á kunningarskermum verður upplýst, at borgarar eiga at vera sera varnir við at gera upptøkur á LS og at ikki er loyvt at gera miðlaupptøkur, uttan við ítøkiligum samtykki frammanundan, frá starvsfólkinum og øðrum borgarum/sjúklingum sum evt. koma við á upptøkurnar.
Tá talan er um at taka mynd av sínum nærmastu ella avvarðandi, eigur hetta at verða gjørt við varsemi og tilvitan um onnur sum evt. kunnu koma á myndina, og eftir ítøkiligari játtan frammanundan.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

C. Upptøkur hjá starvfólki
Starvsfólk eiga, sum høvuðsreglu, ikki at taka myndir av øðrum starvsfólkum uttan í slíkum førum, har talan er um til professionelt endamál t.d. í sambandi við faldarar v.m. og eftir samtykki frá teimum frammanundan.
Starvsfólk eiga ikki at taka myndir av sjúklingum uttan í slíkum førum har talan er um professionelt endamál, og har samtykki fyriliggur frammanundan.  
 
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.