Bíðilistar

Ynskir tú at betra um Sjúkrahúsverkið? So ert tú kanska okkara nýggi stápsleiðari

Ynskir tú at betra um Sjúkrahúsverkið? So ert tú kanska okkara nýggi stápsleiðari

Vit leita eftir einum stápsleiðara til Kliniska stápin á Landssjúkrahúsinum. Talan er um eitt starv til setan 1. desember 2022 ella eftir avtalu.

Sum leiðari í Kliniska stápi gongur tú á odda í einum nýggjum stápi í rúkandi menning. Uppgávurnar eru avbjóðandi, fjølbroyttar og fevna um leiðsluna av 4 eindum við uml. 45 starvsfólkum í alt.

Eindirnar sum Kliniski stápur fevnir um eru Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn, Apotekseindin og Dygd og betran. Hesar eindir arbeiða allar við tvørgangandi uppgávum, sum veita tænastu til teir klinisku deplarnar og deildirnar í Sjúkrahúsverkinum. Les meira um eindirnar her.

Sum leiðari skalt tú tryggja dagliga virksemið í stápinum og leiða eindirnar soleiðis at tær á bestan hátt virka sum stuðulseind. Samstundis skalt tú tryggja at uppgávur og aktivitetir skapa virði í klinikkini til frama fyri sjúklingar og starvsfólk.

Tú hevur organisatiónsfatan og dugir at navigera í øllum pørtum av organisatiónini. Tú verður ráðgevi og strategiskur sparringspartnari hjá sjúkrahúsleiðsluni, og verður partur av leiðslubólkinum á Landssjúkrahúsinum.

Tú hevur sum leiðari starvsfólkaábyrgd, fíggjarliga ábyrgd og ábyrgd av útvegan av hagtølum. Eisini er menning og betran av arbeiðsgongdum og sjúklingagongdum ein sentral uppgáva hjá stápinum.

Vit ynskja ein leiðara sum er fyrikomandi, og hevur lætt við at skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús. Tú hevur nærlagni og brennur fyri, at starvsfólk tíni mennast og eydnast, bæði sum einstaklingar og sum toymi. Tú dugir at motivera og skapa samfesti í einum fjøltáttaðum dagligdegi og stuðlar soleiðis undir, at ásett mál fyri Sjúkrahúsverkið verða rokkin.

Vit ynskja, at tú hevur:

  • Miðallanga ella hægri viðkomandi útbúgving
  • Leiðsluroyndir
  • Vitan, kunnleika og áhuga í at arbeiða í einum tvørfakligum samstarvi
  • Heilsufakliga bakgrund ella innlit í eina av eindunum (kann verða ein fyrimunur)
  • Kunnleika til almenna geiran

Persónligir eginleikar

  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Dugir at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
  • Trívist væl í broytingum
  • Tú hevur eitt gott yvirblikk og dugir at skapa yvirblikk fyri onnur
  • Tú hevur evni at raðfesta og samskipa arbeiðið

Vit bjóða

  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv har tú hevur stóra ávirkan á strategisku menningina í Sjúkrahúsverkinum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Ferðing kann væntast at vera partur av starvinum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Steinar Eirikstoft, forstjóra, á tlf. 234545 ella t-post steinar@ls.fo, ella Margit Stórá, varastjóra, á tlf. 234584 ella t-post margit@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 2. oktober 2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkinum “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.