Corona.fo

Starvsfólk til Medico Teknisku deild á Landssjúkrahúsinum

Starvsfólk til Medico Teknisku deild á Landssjúkrahúsinum

Medico tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum starvsfólki. Talan er um eitt spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.

 

Um starvið

Tú kemur í høvuðsheitum at arbeiða við at implementera nýggja telefontøkni, DAS (Distributed Antenna System), sum Landssjúkrahúsið tekur í nýtslu í 2021. Sum partur av Medico teknisku deild, fert tú eisini at standa fyri at umvæla tól á deildunum og undirvísa starvsfólki, tá nýggj tól verða tikin í nýtslu.

 

Harumframt fert tú at arbeiða við hesum skipanum:

  • Medicoteknik, so sum røntgen, EKG og  tilhoyrandi KT skipanum
  • Telesamskiftistøkni
  • TRIO callcentur

Landsjúkrahúsið brúkar M-DOC og Patsec viðlíkahaldsskipan.

Medico tekniska deild stendur somuleiðis fyri umvælingum, viðlíkahaldi og eftirliti av medicotekniskum tólum í Sjúkrahúsverkinum. Deildin hevur somuleiðis ábyrgdina av allari sjónvarps- og útvarpstøkni á Landssjúkrahúsinum.

Starvið er fulltíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 4. ella 5. hvørja viku.  

Starvið er til setan 1. august 2021 ella eftir avtalu.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum IT- og elektronikteknolog ella líknandi útbúgving.

 

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert álítandi og fyrikomandi
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg her í Føroyum og uttanlands

 

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

 

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Einar Venned, deildarleiðara , telefon 304500, lokal 1233, teldupost einve@ls.fo

 

Umsóknarfreistin er 20. juni 2021.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu. Samrøður verða hildnar í viku 27 og 28.



Landssjúkrahúsið

Medico Tekniska deild er ein deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.

 

MRSA

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

 

Søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.