Bíðilistar

Sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdeildina á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrarøktarfrøðingur til Bráðdeildina á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til avloysarastarv á G1 at arbeiða í skiftandi vaktum á brøki 0,8 til setan 1. januar til og við 30 apríl 2021, ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við hátøkni, so er møguleikin her.

G1 er ein deild við fleiri ymiskum funktiónum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu, bráðmóttøku og læknavaktina. Á deildini kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingum við serútbúgving, og kemur tú í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan intensiv-, viðrakning- og skaðastovuøkið.

Vit kunnu bjóða tær:

  • innleiðslu 
  • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
  • ein spennandi arbeiðsdag við góðum møguleikum fyri egnari menning

Tú hevur: 

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • góð samstarvsevni og er fleksibul
  • eitt opið og jaligt sinni
  • møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum
  • teldukunnleika
  • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini

Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum royndum innan serøkini á deildini.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Nærri fæst at vita við at ringja 304500, lokal 5811 til Jónleyg Fossabrúgv, deildarleiðara, t-post lsjonfo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. november 2020.

Søk starvið her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.