Corona.fo

Sjúkrahúsverkið søkir eftir sjúklingaleiðbeinarum

Sjúkrahúsverkið søkir eftir sjúklingaleiðbeinarum

Hevur tú fakligt- og menniskjuligt hegni og áræði, og brennur tú fyri betranum av sjúku- og sjúklingagongdum og trygd innan heilsuøkið? So er tað tær vit vilja frætta frá.   

Søkt verður eftir tveimum sjúklingaleiðbeinarum til Sjúkrahúsverkið við arbeiðsbrøki á 32 tímar um vikuna til setan 1. august 2021 ella eftir avtalu. Størvini eru nýggj í Sjúkrahúsverkinum, og tey, ið verða sett, eru tí við til at mynda størvini.
Kjarnuuppgávan verður at íverkseta góðar arbeiðsgongdir, har arbeiðshátturin kann bera brá av djúptøkniligum verkætlanargongdum. Hetta verður gjørt í tráð við visión, missión og virðir hjá organisatiónini, og saman við øllum viðkomandi liðum í organisatiónini. Arbeiðsuppgávan krevur, at tú megnar at arbeiða á einum djúptøkniligum støði og at ítøkiliggera hesi viðurskifti til greiðar skriftligar og munnligar niðurstøður og virkisætlanir. Endamálið er, at finna loysnir til avbjóðingar í arbeiðsgongdum og at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir.

Sjúklingaleiðbeinararnir eru sostatt við til at menna organisatiónina í mun til trygd og dygd í Sjúkrahúsverkinum, til frama fyri sjúklingin. 

Arbeiðsuppgávur:

  • Tryggja samband og samstarv til deplar og deildir, har tað er neyðugt at taka tøk bæði í mun til sjúku- og sjúklingagongdir

    • Sjúklingagongdir: Er organisatoriska arbeiðslagið í mun til viðgerðargongdina hjá sjúklinginum ella sjúklingbólkinum. Tá arbeitt verður við sjúklingagongdum krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at fylgja, greina, vísa á og fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørturum fakbólkar, ið bøta um sjúklingagongdirnar í organisatiónini.

    • Sjúkugongdir: Er at taka fatur í ítøkiligum viðgerðargongdum hjá sjúklinginum. Til tað krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at vegleiða, vísa á og ganga undan, sum at fáa sjúkugongd hjá ávísum sjúklingi ella sjúklingabólki í ljósmála, raðfestan og í rættari tíð fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørturum fakbólkar, ið bøta um sjúkugongdirnar hjá sjúklinginum og sjúklingabólkinum.

  • Halda eygað við sjúku- og sjúklingagongdum, so átøk verða grundað og greinað í mun til dátuyvirlit yvir møgulig betranarøkir.
  • Greina, lýsa og ráðgeva bæði munnliga og skrivliga í mun til ítøkiligar avbjóðingar, ið eru knýttar til tvørgangandi sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Avdúka tørv, seta gongd á undirvísing og kunning til tvørfakliga samstarvið um sjúklingagongdir og halda organisatiónini og starvsfólkunum fast í hesum.
  • Viðvirka til sjónliggerðan av góðum samanhangandi sjúklingagongdum.
  • Íverkseta, vegleiða og samskipa menningarátøk fyri tvørgangandi sjúklingagongdir.

Umframt at arbeiða saman við egnari leiðslu, starvsfeløgum, viðkomandi deplum og deildum, er tætt samstarv t.d. við dygdar- og betranarberar umframt samskifti við sjúklingar og avvarðandi.

 

Vit bjóða:

  • Eitt starv, ið fær organisatiónina at arbeiða enn betur saman um sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Eitt fjøltáttað og avbjóðandi starv, har tú gongur undan í at betra sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Eitt starv við ábyrgd fyri íverksetandi hugskotum og loysnum.
  • Eitt starv har tú, á einum felagspalli, fært møguleika at varpa ljós á sjúklingsins tørv og ta dygd og trygd Sjúkrahúsverkið skal veita í mun til sjúku- og sjúklingagongdir.

 

Førleikakrøv:

  • Góðkenda heilsufakliga útbúgving og víðari útbúgving á master ella kandidatstøði.
  • Hollar royndir frá kliniska økinum við breiðum kunnleika til sergreinar innan sjúkrahúsviðgerð.

 

Persónligir eginleikar:

  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at raðfesta.
  • Dugir at samstarva internt í Sjúkrahúsverkinum og við primera geiran, um neyðugt.
  • Hevur heildaryvirlit, vegleiðir og gongur undan í samskipan og samskifti.
  • Hevur organisatoriskt tilvit í eini stórari organisatión.
  • Er opin og tænastusinnað/ur.
  • Hevur royndir og áhuga í arbeiðinum við sjúklingum, ið eru álvarsliga sjúkir.
  • Megnar at arbeiða ítøkiliga og tøkniliga við skiftandi verkætlanarlíknandi uppgávum.

 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. 

Starvið er skipað og undir leiðslu av leiðaranum á Uttanlandstænastuni við staðsetan á Landssjúkrahúsinum. Starvsinnihaldið er alt kliniska økið í Sjúkrahúsverkinum. Arbeiðsøkini eru skiftandi, og tí hava sjúklingaleiðbeinarar breiðar samstarvsrelatiónir.   

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Maritu Andrasardóttir leiðara á Uttanlandstænastuni á tlf. 281500 ella á t-posti: maran@ls.fo. 

Í løtuni verður arbeitt við framtíðar bygnaðinum á økinum, og tí vænta vit, at viðkomandi, ið sett/ur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði viðvíkjandi starvsinnihaldi og vavi.


Umsóknarfreistin er 18. juni 2021
. Samrøður verða hildnar í viku 25. og 26. 

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 


Søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.