Corona.fo

Landssjúkrahúsið søkir royndan KT-skipanarumsitara (system administrator) til setan skjótast gjørligt

Landssjúkrahúsið søkir royndan KT-skipanarumsitara (system administrator) til setan skjótast gjørligt

Landssjúkrahúsið rekur, umsitir og mennir heilsufakligar skipanir til alt Sjúkrahúsverkið umframt kommunulæknar og aðrar stovnar í Heilsuverkinum. Í samband við vaksandi virksemi, har tørvur er at útbreiða talgildu heilsuskipanina Cosmic til m.a. eldraøkið, umframt at nýggi H-bygningurin skjótt skal takast í nýtslu, er neyðugt við fleiri starvsfólkum í KT deildini.


Starvsøki og uppgávur í høvuðsheitum

Fyri at halda støðið og at víðarimenna Heilsunetið og heilsufakligar skipanir, er eitt starv leyst at søkja.  Rakstrartoymið hevur sum uppgávu at tryggja at skipanir koyra optimalt og eru í tryggum kørmum soleiðis, at starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum og aðrastandi hava atgongd til heilsufakligar skipanir alt samdøgrið, alt árið.

Sum partur av rakstrartoyminum á KT deildini kemur tú, í tøttum samstarvi við aðrar deildir og KT veitarar, at vera ein týðandi viðleikari í arbeiðinum at tryggja eitt vælvirkandi og trygt KT kervi. Tú verður við til at umsita og reka sentralar skipanir, íverkseta nýggjar skipanir, umframt at tú eisini verður partur av stutt- og langtiðarverkætlanum. Ein partur av arbeiðinum er eisini at rætta eina hjálpani hond í KT support til okkara mongu brúkarar.

Tú fært ávirkan á hvussu framtíðar KT kervið verður samansett, eins og tú eisini verður við til at umsita og optimera skipanir.



Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • Ábyrgd av, at okkara datasentur, fipur-spleisirúm og X-felt koyra optimalt, og tryggja at hesi liva upp til politikkir og standardir á økinum.
  • Íverksetan og ábyrgd av DCIM-skipan, sum skal skjalfesta alt tað fysiska infrakervið á Landssjúkrahúsinum.
  • Hava ábyrgd av umsiting og víðarimenning av yvirvakingar-rakstrarpallinum Solarwinds Orion (herundir modulini IPAM, VMAN, SAM & NPM).
  • Prosessoptimering, feilfinning og support.
  • Hjálpa tínum starvsfelagum at íverkseta, uppseta og umsita standard skipanir, millum annað Vmware og Veeam backup.
  • Luttaka í change management og samskifta við KT veitarar um uppstigingar, feilfinning og líknandi.
  • Luttaka í tekniskum verkætlanum
  • Skjalfesting, umframt framleiðsla av vegleiðingum til starvsfólk á KT deildini
  • Stuðla Servicedesk og rakstrar­toyminum í teirra arbeiði.



Førleikar og útbúgving

At seta skipanir í verk er eisini fyritreyt fyri at tryggja okkara rakstrarumhvørvi. Tí er tað týdningarmikið at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Somuleiðis er tað umráðandi at tú hevur eina góða heildarfatan av og dagførda vitan um KT økið, serliga innan servara- og netverkstøkni. Fyrimunur er at hava royndir frá áður nevndu ella líknandi skipanum.

Av tí at talan er um nýtt starv og at uppgávurnar eru nógvar, er ein fyritreyt at tær dámar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.

Vit ímynda okkum at tú hevur útbúgving á bachelor stigi ella líknandi innan KT, ella samsvarandi starvsroyndir; at tú skipar títt arbeiði væl og at tú kanst leiða smærri verkætlanir ella broytingaruppgávur (ITIL change management).

Vegna nógv samskifti við starvsfólk og samstarvsfelagar í Føroyum og uttanlands, er alneyðugt at tú dugir at samskifta á bæði føroyskum og enskum.



Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum mennandi avbjóðingum



Vit stremba áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfelagum.

Talan er um fulltíðarstarv. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanarstaður er Landssjúkrahúsið, og tænastan er í løtuni á KT-deildini.


Nærri upplýsingar
um starvið fáast við at ringja til Annfinn Thomsen, deildarleiðara á KT-deildini, tlf. +298 234590 ella við at skriva til annfinn.thomsen@ls.fo, ella til Inga Mittún, Fíggjar- og KT stjóra á 211800 ella skriva til ingmi@ls.fo



Umsóknarfreistin er 9. august 2021.



Vinarliga søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.