Corona.fo

Landssjúkrahúsið søkir eftir dugnaligum skrivstovulærlingi

Landssjúkrahúsið søkir eftir dugnaligum skrivstovulærlingi

Ert tú forvitin av lyndi og hevur tú hug til eina spennandi avbjóðing saman við góðum starvsfeløgum? So hava vit møguliga læruplássið til tín. Landssjúkrahúsið lýsir eftir skrivstovulærlingi við miðnámsútbúgving til setan 1. september 2021.


Talan er um eitt spennandi og læruríkt lærupláss, har tú kemur runt á ymisku arbeiðsøkini og sleppur at royna fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan skrivstovuyrkið. 


Landssjúkrahúsið er ein partur av Sjúkrahúsverkinum, og er eitt tað størsta arbeiðsplássið í Føroyum við 900 starvsfólkum og 30 yrkisbólkum. Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.


Læruplássið er í høvuðsheitum á Fíggjardeildini, Lønardeildini, Starvsfólkadeildini og Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. Í lærutíðini arbeiðir tú m.a. við fjølbroyttum skrivarauppgávum, lønaravgreiðslu, setanarviðurskiftum, bókhaldi, móttøku og samskipan av sjúklingaferðum. Tú kemur altíð at samstarva við roynd og fyrikomandi starvsfólk um uppgávurnar.

Lærutíðin er millum 2 - 3 ár, alt eftir hvørja miðnámsútbúgving umsøkjarin hevur. 

 

Arbeiðsuppgávur

  • Alt vanligt skrivstovuarbeiði
  • Starvsfólka- og lønarumsiting
  • Fíggjarviðurskifti, bókhaldsbeiði sum heild og tolling
  • Samskipan av ymiskum slag, her undir samskifti við sjúklingar og avvarðandi
  • Tætt samskifti við aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum

 

Dentur verður lagdur á

  • Miðnám - fyrimunur er, um tú hevur HH ella fakini kunningartøkni, virkisbúðskap og sølubúðskap
  • Góðan málsligan førleika í føroyskum, donskum og enskum
  • KT-førleikar
  • Góð samstarvsevni
  • Fyrikomandi og tænastusinnað/ur

Vit bjóða

  • Eitt gott og spennandi lærupláss í einum mennandi umhvørvi
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • Góða innleiðslu á Landssjúkrahúsinum

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Selmu Herup, virkandi starvsfólkaleiðara tlf. 286863 ella á selma@ls.fo.


Umsóknarfreistin er
 23.06.21.


Á okkara heimasíðu www.ls.fo  kanst tú síggja okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Um okkum."


Søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.