Sjúklingahotellið Tórshavn veitir innivist til sjúklingar og játtaðar fylgjarar. Høvuðsuppgávan er, at sjúklingar, sum eru í viðgerð langt heimanífrá, kunnu fáa innivist, røkt og vegleiðing í sambandi við viðgerð og heilsustøðu á føroyskum uppihaldsstaði.
Uttanlandstænastan hevur um hendi ítøkiliga og fyrisitingarliga arbeiðið, tá sjúklingar skulu í viðgerð uttanlands viðvíkjandi ferð, uppihaldi, fylgjaraavgerðum í samsvar við galdandi lógir, ásetingar og sáttmálar. Arbeiðið umfatar eisini samanhangandi og góðar sjúklingagongdir, og leypandi at menna hesar.
Apotekseindin er bindiliðið millum Landssjúkrahúsið og Tjaldurs Apotek. Arbeiðið er í høvuðsheitum bíleggjan av heilivági, ráðgeving og undirvísing um heilivág, og nýtslu og trygd í hesum sambandi. Eisini arbeiðir Apotekseindin við góðskutryggjan av heilivágsrúmum og heilivági til sjúklingin, viðgerðum og mannagongdum.
Dygd og betran er ein nýggj eind og er í støðugari menning. Eindin hevur fleiri ymiskar funktiónir, sum verða útintar av dygdarmennarum, sjúklingaleiðbeinarum, hagtalsfólki og smittuverjufrøðingi.
Høvuðsuppgávan hjá dygdarmennarunum er at tryggja og menna dygdararbeiðið í Sjúkrahúsverkinum við at luttaka í og stuðla undir íverksetan, rótfesti og útbreiðslu av dygdarøkinum.
Sjúklingaleiðbeinararnir arbeiða í høvuðsheitum við betran av sjúklinga- og sjúkugongdum saman við starvsfólkum á kliniska økinum.
Hagtalsfólkini arbeiða vegna kliniska virksemið í Sjúkrahúsverkinum við at menna og útinna hagtøl, ið skulu nýtast sum grundarlag at stýra og menna eftir. Smittuverja hevur støðið í kliniska økinum og umfatar kanningar, sjúkrarøkt og viðgerð.
Høvuðsuppgávan hjá smittuverjufrøðinginum er m.a. at undirvísa í smittuverju og at vegleiða í spurningum um fyribyrging av smittuspjaðing.