Bíðilistar

Fysisk roynd til umsøkjarar til sjúkraflutningstænastuna

Fysisk roynd

 

1.venjing: 4. Kropslyftingar

Hong í ovastu rim við bringuni inn ímóti. Tak innundir rimina og lyft teg upp til høkan er uppiyvir ovastu rim. Undir hvørjari endurtøku skal vinkulin millum yvirarm og undirarm vera meira enn 90°. Við øðrum orðum nýtist tær ikki at hava strektar armar millum hvørja endurtøku.

 

2.venjing: 8. einstakar knæboyggingar, vinstra

Statt við vinstra fóti fremst. Aðrari hondini á mjødnini og hinari á rimini (bert til javnvág). Djúp knæboygging á vinstra beini (lærið vatnrætt). Høgri fótur stiðjar bert fyri at halda javnvágini.

 

3.venjing: 12 búkboyggingar

Ligg á rygginum við fótunum millum 3. og 4. rim, og knøunum boygd 90° við hondunum aftan fyri nakkan. Ger kropsboyggingar frameftir til albogarnir nerta við knøini, aftan á hetta ligg aftur á rygginum til albogarnir nema við gólvið.

4.venjing: 8 stk. einstakar knæboyggingar, høgra

Eins og venjing 2, men við høgra fóti fremst.

5.venjing: 10 armstrekkingar

Ligg á búkinum við hondunum undir akslunum. Ger armstrekkingar og boyggingar, meðan kroppurin er strektur og bert bringan nemur við gólvið meðan tú gert armboyggingarnar.

 

6.venjing: 10  reaktiónsvenjingar

Ligg á búkinum við hondunum strektum framman fyri høvdinum. Síðani skulu hendurnar undir akslarnar og strekk armarnar. Blaka beinini frameftir ígjøgnum armarnar og ligg á rygginum við ørmunum á gólvinum strektum uppi yvir høvdinum, (tel 1), aftur øvutan veg til byrjanarstøðuna (tel 2). Beinini skulu hvørja ferð fara ígjøgnum armarnar.

 

7.venjing: 12 kropsboyggingar aftureftir

Ligg á búkinum við fótunum millum 1. og 2. rim, við hondunum aftan fyri nakkan. Boygg kroppin so langt aftureftir at høvdið verður lyft umleið 50 cm. upp frá gólvinum.

 

8.venjing: 12 einglahopp

Sit og húk við øðrum fótinum eina fótslongd framman fyri hinum, stiðja fingrarnar móti gólvinum. Set av við hondum og fótum og hoppa høgt upp í loft við ørmunum strektum yvir høvdinum, og síðani aftur til byrjanarstøðuna við mótsetta fótinum fremst. Undir venjingini skalt tú hava rættan rygg, knøini skulu boyggjast millum hoppini.

Bronsusirkulin skal gerast 3 ferðir innan 15 minuttir fyri at standa royndina. Innihaldið í roydnini er eins hjá kvinnum og monnum.

  • Allar venjingarnar skulu gerast rætt.
  • Ein undirvísari gjøgnumgongur allar venjingarnar innan byrjað verður, ongar misskiljingar.
  • Ein undirvísari telur og hjálpir hvørjum einstøkum luttakara.
  • Tekn verður givið tá 5 minuttir eru farnir, 10 minuttir og 14 minuttir, og royndin steðgar tá 15 minuttir eru farnir.

Kropslig roynd hjá monnum:

Minstukrøv fyri allar venjingar:

  • Kropslyftingar: í minsta lagi 8 endurtøkur.
  • Bonkapress: í minsta lagi 8 endurtøkur við 60 kg.
  • Deyðlyft: 8 endurtøkur við 80 kg.

Kropslig roynd hjá kvinnum:

  • Kropslyftingar: í minsta lagi 4 endurtøkur.
  • Bonkapress: í minsta lagi 8 endurtøkur við 35 kg.
  • Deyðlyftt: í minsta lagi 8 endurtøkur við 60 kg.

Renniroynd

Renn so langt ið tú orkar í 12 minuttir.

Royndin skal standast við einum miðal konditali. Í skemanum niðanfyri sært tú, hvussu langt tú skalt renna fyri at hava eitt miðal kondital.

Undir renningini fer eitt umboð hjá Sjúkraflutningstænastuni at renna saman við luttakaranum fyri at vísa teimum hvussu skjótt neyðugt er at renna.

Coopertest skema:

                        Aldur               longd/metur               Km tíð                         kondital miðal

Menn:               20-24               2620                           4 min 30 sek                47,0

                        25-29               2550                           4 min 40 sek                45,5    

                        30-34               2440                           4 min 52 sek                43,0

                        35+                  2350                           5 min 07 sek                41,0

 

Kvinnur:           20-24               2200                            5 min 28 sek                39,0

                       25-29               2140                            5 min 37 sek                38,0

                       30-34               2000                            5 min 59 sek                35,5

                       35+                 1930                             6 min 12 sek                33,5

Svimjing

Luttakarin skal klára at svimja 200 m innan 7,5 minuttir.

Hesir svimjihættir kunnu nýtast: Bringusvimjing, crawl, ryggcrawl og butterfly. Luttakarin má ikki nema við kantin undir svimjingini.

 

Kropslig roynd

Eitt strekki á 5 m x 10 m verður avmerkt við fýra trappum í ymiskari hædd. Luttakarin skal hereftir ígjøgnum strekkið tríggjar ferðir við tveimum kettlebells - einari í hvørjari hond. Luttakarin skal kunna traðka upp á allar fýra trappur meðan luttkarin hevur eina kettlebell í hvørjari hond. Eftir hvørja rundu skal luttakarin gera tíggju knæboyggingar, har báðar kettlebells skulu niður at raka gólvið hvørja ferð. Luttakarin skal gjøgnumføra allar tríggjar rundur uttan at sleppa kettlebells'unum.

Eftir tær 3 rundirnar, hevur luttakarin tilsamans gingið 120 m, 16 trapputrin og gjørt 30 knæboyggingar.

Fylgjandi vekt verður viðmæld:

Kvinnur: 2 x 16 kg

Menn: 2 x 24 kg

 

Tá ein umsøkjari hevur staðið samlaðu royndina, so er hon galdandi í 10 mðr. frá degnum, tá royndin bleiv staðin. Hetta merkir, at um umsøkjarin 6 mðr. eftir at hava staðið royndini søkir eitt nýtt starv, so er ikki neyðugt hjá umsøkjaranum at taka eina nýggja roynd.

Ein nýggj roynd skal bert takast, um umsøkjarin eftir teir 10 mðr. søkir eitt nýtt starv.

 

Heildarmeting

Mett verður um umsøkjararnar út frá eini heildarmeting.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.