Bíðilistar

Fysisk roynd til inniportørar

Renniroynd

Renn so langt ið tú orkar í 12 minuttir.

Royndin skal standast við einum miðal konditali. Í skemanum niðanfyri sært tú, hvussu langt tú skalt renna fyri at hava eitt miðal kondital.

Undir renningini fer eitt umboð hjá Sjúkraflutningstænastuni at renna saman við luttakaranum fyri at vísa teimum hvussu skjótt neyðugt er at renna.

Coopertest skema:

                        Aldur               longd/metur               Km tíð                         kondital miðal

Menn:               20-24               2620                           4 min 30 sek                47,0

                        25-29               2550                           4 min 40 sek                45,5    

                        30-34               2440                           4 min 52 sek                43,0

                        35+                  2350                           5 min 07 sek                41,0

 

Kvinnur:           20-24               2200                            5 min 28 sek                39,0

                       25-29               2140                            5 min 37 sek                38,0

                       30-34               2000                            5 min 59 sek                35,5

                       35+                 1930                             6 min 12 sek                33,5

 

Kropslig roynd

Eitt strekki á 5 m x 10 m verður avmerkt við fýra trappum í ymiskari hædd. Luttakarin skal hereftir ígjøgnum strekkið tríggjar ferðir við tveimum kettlebells - einari í hvørjari hond. Luttakarin skal kunna traðka upp á allar fýra trappur meðan luttkarin hevur eina kettlebell í hvørjari hond. Eftir hvørja rundu skal luttakarin gera tíggju knæboyggingar, har báðar kettlebells skulu niður at raka gólvið hvørja ferð. Luttakarin skal gjøgnumføra allar tríggjar rundur uttan at sleppa báðum kettlebellsunum.

Eftir tær 3 rundirnar, hevur luttakarin tilsamans gingið 120 m, 16 trapputrin og gjørt 30 knæboyggingar.

Fylgjandi vekt verður viðmæld:

Kvinnur: 2 x 16 kg

Menn: 2 x 24 kg

 

Tá ein umsøkjari hevur staðið samlaðu royndina, so er hon galdandi í 10 mðr. frá degnum, tá royndin bleiv staðin. Hetta merkir, at um umsøkjarin 6 mðr. eftir at hava staðið royndini søkir eitt nýtt starv, so er ikki neyðugt hjá umsøkjaranum at taka eina nýggja roynd.

Ein nýggj roynd skal bert standast, um umsøkjarin eftir teir 10 mðr. søkir eitt nýtt starv.

 

Heildarmeting

Mett verður um umsøkjararnar út frá eini heildarmeting.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.