Bíðilistar

Fulltrúar til fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum

Fulltrúar til fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum

Fíggjarøkið á Landssjúkrahúsinum økist í vavi og tí verður søkt eftir tveimum fíggjarfólkum aftrat til fíggjardeildina.

Søkt verður eftir tveimum úrslitasøkjandi fulltrúum til fíggjardeildina, einum fíggjarfulltrúa og einum roknskaparfulltrúa. Talan er um eitt samansett øki, ið Landssjúkrahúsið komandi tíðina ætlar at menna við talgilding og optimering av mannagongdum.

Ætlanin er at knýta enn meira samband millum aktivitetin á sjúkrahúsinum og fíggjarkarmarnar. Tey, sum verða sett, fara at hava eitt natúrligt samband við leiðslurnar á deplunum og geva teimum hollan stuðul í sambandi við fíggjarstýring. Fulltrúarnir fara annars at arbeiða við verkætlanum innan fíggjarøkið, sum fevna tvørturum deplar og deildir.

Í fíggjardeildini arbeiða frammanundan 7 fólk, harav 2 fulltúar sum m.a. arbeiða við fíggjarstýring og menningin innan fíggjarøkið og 5 fólk sum hava bókhaldið um hendi. Fíggjarøkið fevnir um fíggjarstýringina av Landssjúkrahúsinum og teimum stovnum, sum eru knýttir at hesum. Fíggjardeildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti, herundir at veita tænastu til sjúkrahúsleiðslu, depilsleiðslur og aðrar leiðslur.

Talan er um 2 fulltíðarstørv at byrja skjótast gjørligt.

 

Fíggjarfulltrúi

Avbjóðing

  • At gera fíggjarligar greiningar og avgerðargrundarlag til sjúkrahúsleiðsluna
  • At tryggja skynsama nýtslu av játtan saman við deildarleiðarum, depilsleiðslum og stjórn
  • At menna amboð til avriksábendingar (málstýring)
  • At menna fíggjarstýringsamboð í mun til costdrivarar
  • At meta um úrslit

 

Førleikar

Tú hevur eina langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú innan búskaparfrøði. Útbúgving ella royndir innan talgildan av mannagongdum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Tú hevur fíggjarligt tev, dugir at arbeiða við hagtølum og ert “analytisk/ur” og hevur áhuga fyri hesum. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Roknaskaparfulltrúi

Avbjóðing

Optimering og talgilding av mannagongdum viðvíkjandi bókhaldi, roknskapi, avstemman o.l.

 

Førleikar

Tú hevur eina miðallanga útbúgving, t.d. innan roknskap og fyrisiting á bachelorstigi ella HD 2. part.

Viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Harafturat er tað er ein treyt, at tú hevur góð evni at seta teg inn í ymiskar kt-skipanir.

Tíni samstarvs- og samskiftisevni eru góð og tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at virka sum sparringspartnari hjá starvsfólki og leiðarum. Tú hevur ans fyri smálutum, samstundis sum tú raðfestir at røkka ítøkiligum úrslitum og megnar at stýra menningarverkætlanum sjálvstøðugt.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Fyri bæði størvini er galdandi, at tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.

Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð. Vit vænta, at tú ert fleksibul og røkin.  

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra, á telduposti: im@ls.fo ella á telefon +298 211800.

Umsóknarfreistin er 25. november 2020 og umsókn við prógvum og CV skal knýtast at talgildu umsóknini og sendast, har tað stendur “søk starvið”. Upprunaprógv skulu havast við til eina møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu, www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

 

Søk starvið her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.